Søguligt HM-gull til Botswana

Amantle Montsho úr Botswana vann í dag 400 metrar kapprenningina í HM í frælsum ítrótti, sum er í Suðurkorea í hesum døgum. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt ítróttarfólk úr Botswana hevur vunnið HM-heiðursmerki.

 

Amantle Montsho rann teir 400 metrarnar í tíðini 49,56 sekunder. Hon var 0,03 sekund framman fyri amerikonsku Allyson Felix, sum vann silvur. Bronsan fór til russisku Anastasiya Kapachinskaya, sum brúkti 50,24 sekund til at renna teir 400 metrarnar.