Søguligur spenningur millum 10?mannaførini

Havnin var stóri vinnarin á vestanstevnu, har tað varð greitt, hvør verður meistari í fýra av teimum seks FM kappingunum

Havnin setti seg á flestu gullplássini á vestanstevnu í Miðvági leygardagin. Fýra av teimum seks sigrunum fóru til Havnar, og Havnar Róðrarfelag staðfesti sína støðu sum mest vinnandi róðrarfelagið í landinum. Bátar hjá HR vunnu tríggjar av seks kappingum.
Hóast tað í tveimum kappingum leygardagin varð avgjørt, hvør er og verður meistari í ár, og hóast tað í tveimum kappingum bara eru teoretiskir møguleikar fyri, at vágbingar ikki skulu vinna FM í kappingini millum 6?mannafør við monnum, og at kvívíkingar skulu vinna kappingina millum 8?mannaførini, so er kappróðrarspenningurin undan ólavsøku størri, enn hann kanska nakrantíð hevur verið áður.
Spenningurin er varðveittur í tveimum kappingum. Tað er í kappingini millum 10?mannaførini og millum 5?mannaførini við dreingjum.
Tað er ofta rættuliga opið, hvør fer at vinna ólavsøkuróðurin í kappingini millum 10?mannafør. Men tað er sjáldan komið fyri áður, at trý 10?mannafør undan ólavsøkuróðrinum hava havt møguleika at vinna FM. Møguleikin hjá vestmenningum er eftir vestanstevnuna ikki so stórur, sum hann er hjá Eysturoyingi og Havnarbátinum. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at Vestmenningar kunnu enda ovastir. Um Vestmenningurin skal gerast FM vinnari, so er tað treytað av, at hann fær holla hjálp bæði frá Klaksvíkingi og Nólsoyingi.
Bæði Eysturoyingurin og Havnarbáturin hava møguleikan at vinna FM uttan mun til, hvussu úrslitini hjá hinum bátunum laga seg. Hjá bæði havnarmonnum og eysturoyingum er tað soleiðis, at teir verða meistarar, um teir vinna á ólavsøku.

Uppaftur størri spenningur
Umframt í síðsta ólvasøkuróðrinum so verður spenningurin sera stórur í fyrsta FM róðrinum á ólavsøku. Trý 5?mannafør við dreingjamanningum hava eins stóran møguleika at vinna FM heitið.
Um Fípan Fagra verður fremst, so fara klaksvíksdreingir at vinna fyrsta FM heitið síðani 1964. Fípan Fagra við dreingjum hevur ongantíð vunnið FM, síðani skipanin, sum nú er galdandi, varð fingin í lag í 1973. Fyrsta árið, sum tað í serligum FM róðri varð kappast um FM heitini, vann Fípan Fagra við dreingjum. Tað var í 1964, og klaksvíksdreingir hava ikki verið meistarar síðani tá.
Sílið hevur ikki verið meistari síðani í 1992. Eftir at teir hava vunnið tríggjar tær seinastu kappingarnar má metast, at dreingirnir í Havnar Róðrarfelag eru besta boðið at vinna hesa kappingina.
Blikur av Argjum hevur eisini avgerðina í sínum hondum. Blikur hevur ikki vunnið FM í kappingini millum dreingir síðani í 1989.

FM vinnararnir
Jarnbardur við kvinnum var fyrsti báturin, sum vann FM í 2002. Jarnbardur hevur vunnið allar róðrarnar, og Knørra kvinnurnar hava tískil rudduliga vunnið meistaraheitið, sum vit ynskja teimum tillukku við. Fyri nógvar av teimum umborð á Jarnbardi er tað ikki ókent at vinna FM heitið. Jarnbardur var meistari í 1991, 1992, 1993, 1997, 1999 og í 2000. Fleiri av teimum, sum hava verið við til at vunnið meistaraskapin í summar, hava verið við áður, tá Jarnbardur hevur vunnið FM.
Sílið við gentum hevur eisini vunnið allar FM róðrarnar og er tískil sannførandi meistari. Talan er um fyrsta FM heitið hjá Sílinum síðani 1996. Sílagentunum verður ynskt hjartaliga tillukku við meistaraskapinum.
Kvívíkingur er seks stig fremstur í kappingini millum 8?mannaførini, og Smyril er sjey stig fremstur í kappingini millum 6?mannaførini við monnum. Tað er so at siga greitt, at hesar manningarnar fara at vinna FM, men vit bíða kortini at ynskja teimum tillukku, inntil ólavsøkuróðurin hevur verið.