Sum hin fyrsti í søguni gjørdist Rune Olsen í dag studentur á Glasi. Rune, sum fær studentsprógv á náttúrubreytini, var til próvtøku í samfelagsfrøði og eftir tað fekk lærari hansara, Kristian á Neystabø, heiðurin at seta húgvuna á høvdið á honum.
Glasir siga í tíðindaskrivi, at annars gekk próvtøkan avbera væl. Rune greiddi nevniliga spurningin so væl, at hann endaði skúlagongdina við einum 12 tali, sum lærarin sigur, var væl uppiborið.
Sum siður er vant Rune, sum ársins fyrsta pisa, føroyska flaggið á stong. Sjálvur helt Rune fyri, at leingi er tað, ið væl skal vera. Hann byrjaði í Hoydølum í 2015 og nú, fýra ár seinni, fær hann húgvuna.
– Mann kann siga, at eg havi lagt tað soleiðis til rættis, at eg skuldi gerast fyrsti studentur her. Eg eri í øllum førum glaður fyri, at eg fekk hetta árið í nýggja bygninginum við, sigur hann í fráboðanini frá Glasir.