Søgunámið: Barnasøgur bjóða av

- Í mínum yrki havi eg eisini funnið uppá ymiskar krimigátur og kløkkað børnini við óhugnaligum spøkilissøgum. Um hetta er góður pedagogikkur, mugu onnur døma um. Men um søgan fangar hugin hjá barninum, so er nógv vunnið, sigur Steintór Rasmussen, lærari og rithøvundurin, sum er aktuellur við nýggjari barnabók

Fyri smáum tveimum vikum síðani lat Steintór Rasmussen úr hondum eitt savn við 16 søgum og ævintýrum prýdd við vøkrum og gandakendum myndum.

Á baksíðuni skrivar rithøvundurin: “...Tú kanst leita í tí vakra og kærleiksfulla. Men eisini í tí vandafulla og óhugnaliga. Lívið er góðar og ræðandi søgur. Sum ein spennandi bók. Uttan aldursmark.” Og júst, sum rithøvudnurin leggur upp til, so eru søgurnar rættuliga ymiskar og fangandi á skiftandi hátt. Hóast lívið er uttan aldursmark, so eru tær flestu søgurnar í bókini fyrst og fremst ætlaðar størri børnum.   

Hetta ásannar eisini Steintór Rasmussen.  

- Jú, eg havi eisini roynt at skriva fittar og hugnaligar søgur. Men barnalívið er ikki bara spæl og gaman. Og í Søgunáminum havi eg tikið evnir upp, sum eg haldi eru áhugaverd at viðgera ella kjakast í skúlanum og heima við hús. Vónandi gandar onkur søga eisini eitt bros fram, ella fær lesaran at steðga á og undrast. Men bókin er sum eitt ævintýr, har tað lúra vandar á vegnum. Børnini uppliva í gerandisdegnum mangt og hvat. Og tey gruna sjálv um framtíðina. Men tað er góður tryggleiki og nógvur lærdómur í tí íspunni søguni, sum vanliga eisini plaga at enda væl.  

Hóast tilgongdin til skrivingina av tilfari kann vera sera ymisk, so sigur Steintór, at tað aloftast eru børnini sjálv, sum geva honum størsta íblásturin til søguskrivingina.

- Tú verður kveiktur av tí einstaka barninum. Familjan, skúladagurin og samfelagslívið eru afturvendandi evni. Tað góða og tað ringa sita á sama skúlabeinki. Hugskotið til eina nýggja søgu kann koma frá herviligari happing í flokkinum, men eisini frá einum góðum og hjartaligum vinalagi. Í søgunum er tann atferðartrupli drongurin líka so áhugaverdur, sum tann fitta og smílandi gentan, viðgongur Steintór Rasmussen, sum meiri ella minni hevur verið fólkaskúlalærari síðani 1994.    

- Helst hevði eg ikki kunnað skrivað søguna Tólmennið, um eg ikki visti hvussu stórt ræðið telefonin og teldan hevur á skúlabarninum, og hvussu bundin menniskjan í dag er vorðin av tí undurfullu og næstan tilbidnu tøknuni.  Og søgan Hundasjúkur, snýr seg um hin  tysta og ólýdna hundin Snar, og um hvussu nógv alkoholisma kann oyðileggja í einum heimi. Eitt fyribrigdi sum nógvar føroyskar familjur kenna alt ov væl, sigur hann. 

Vaksið sjónarhorn
Søgurnar í savninum nema við fleiri stóru spurningunum í okkara tilveru. Hvat fólkaræði, ábyrgdarloysi og tolsemi er fyri nakað. Og ljós verður varpað á vitleika, rúsdrekkamisnýtslu og einsemi. Evni sum á ein ella annan hátt krevja, at hugsað og prátað verður um tað, sum ein júst hevur lisið. Aðrar av søgunum er ræðslu- og spenningssøgur, sum eru á markinum til at vera hóskandi fyri børn. Samanumtikið djørv evni, sum krevja eitt sindur av lesaranum.

Steintór Rasmussen er sannførdur um, at hóast sjónarhornið kann tykjast vaksið, at tørvur er á slíkum søgum.

- Tað koma nógvar barnabøkur út, sum eru skemtiligar, syrgiligar ella álvarsligar. Jú, helst er Søgunámið øðrvísi. Men eg vóni, at søgurnar hvørki eru ov háfloygdar ella ov lærarasligar, men á ein góðan og undirhaldandi hátt kunnu menta og fremja lesihugin hjá føroyskum skúlabørnum, sigur hann.   

Børnum tørva avbjóðingar
Steintór heldur, at tað er umráðandi, at tað eisini verður skrivað til tey børnini, sum dáma at hugsa, tosa um og greina tað, tey hava lisið. Tað er umráðandi, at hesi børnini eisini fáa ymsikt áhugavert, hugfangandi og viðkomandi tilfar á móðurmálinum. Hetta er ikki minst neyðugt í hesum døgum, nú seinastu úrslitini frá Pisa kanningini vórðu løgd fram. Niðurstøðan var, at Føroyar hava havt afturgongd í lesing og liggja langt undir miðal. Kanningin vísir eisini, at tað innan lesing er stórur munur á gentum og dreingjum. Innan allar tættirnar í lesikanningini vóru gentur munandi betri umboðaðar innan hægru førleikastigini, samstundis sum dreingir vóru meira umboðaðir á lægru førleikastigunum.

- Tíverri undra vánaligu úrslitini í Pisakanningin meg ikki. Hóast undantøk eru, so havi eg leingi havt tann keðiliga varhuga, at føroysk skúlabørn vita og lesa í minna lagi. Sum skúli royna vit at uppala og menna okkara ungdóm. Sjálvandi er tað ymiskt við áhugamálum, evnum og skapanarhugi. Soleiðis hevur tað altíð verið. Men í dag er tað ov nógv uttanífrá, sum órógvar og ávirkar skúlabarnið.  Og teldan er framvegis eitt tvíeggjað svørð, sigur lærarin og barnarithøvundurin úr Klaksvík.    

Í frágreiðingini um Pisakanningina varð somuleiðis mælt til, at vitanardepil fyri lesing verður settur á stovn, og at próvtøkutilfar skal vera á støði við hægstu stigini í PISA-kanningini. Harumframt varð mælt til, at føroyskt skal styrkjast sum amboðslærugrein í dagstovna- og skúlaskipanini.

Steintór Rasmussen heldur, at tað er torført at síggja neyva tørvin hjá børnunum og hvat skal gerast fyri at betra um slík úrslit.

- Børn fara til allar tíðir at vera ymisk. Lærarin kann bara royna at gera sítt besta. Hyggjuráðini eru helst, at vit hava bæði høvdið og hjartað við okkum hvønn morgun, tá vit fara til arbeiðis. Kanska kann nakað av grenjinum liggja eftir heima við hús. Vit mugu ongantíð flyta ábyrgdina hjá tí einstaka læraranum til eina fyrisiting ella rokna við, at ein ávísur pedagogikkur ella ein hækkað tímajáttan loysir allar trupulleikar. Menniskjan er ein samansettur skapningur, og tað er týdningarmikið, at vit skilja og rúma hvørjum øðrum. Eitt gott orð á vegnum kann gera undurverk. Og stimra skúlahugin. Ábyrgd skapar ábyrgd. Sjálvur trúgvi eg, at børn, sum verða hoyrd og sædd í skúlanum, verður tú sjáldan vónbrotin av. Skúlin skal vera eitt vakstrarhús, har sjálvt tær mest skroypiligu og sjáldsomu planturnar trívast og næla. Eitt lyklaorð er virðing. Eitt annað friður. Men tað er eftir mínum tykki tann góða samveran í skúlanum, sum letur upp hugans gyltastu portur, staðfestir hann.

- Tað er stórt spell, at slíkt ráðaloysi skal valda innan skúlagátt. Tað átti ikki at verið so torført at verið saman við okkara egnu børnum. Tað er framtíðin hjá komandi ættarliðum, sum alt snýr seg um. Sjálvur havi eg seinastu árini skrivað og givið út nakrar søgur, ístaðin fyri at hetta lá í einari skuffu heima. Søgunámið er úrslitið. Hóast vit liva í eini talgildari tíð, so haldi eg ikki, at vit skulu undirmeta bókina. Hon er sum lívið. Uttan aldursmark. Undirhaldandi og nemandi, sigur Steintór Rasmussen.

- Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so kallast ein av søgunum í savninum Klókasta barnið í Føroyum. Men spurningurin vil jú altíð verða, hvat sannur kunnleiki, dugnaskapur og gløggskygni er, leggur hann umhugsin afturat.

Fleiri útgávur seinastu tíðina
Hóast kendur tónleikari og yrkjari og við nógvum barnasangum í skjáttuni, so hevur Steintór Rasmussen seinastu árini eisini givið út fleiri bøkur. Lívið er mítt listaverk (2015), Deyðin fer í bindiklubb (2016), Hevndin úr havsins dýpi (2017), Sangskrínið (2017), Horvna Rósan (2018), Seytjandi Maðurin (2018), Ein er tíðin at liva (2019) og nú eisini Søgunámið (2019).

- Mær hevur altíð dámað væl at sungið og fortalt søgur. Og hetta hava ikki bara verið góðar og hugnaligar søgur. Sum lærari havi eg eisini funnið upp á ymiskar krimigátur og kløkkað børnini við óhugnaligum spøkilissøgum, sigur Steintór við einum skálkabrosi og leggur afturat.   

- Um tað er góður pedagogikkur, mugu onnur døma um. Men um søgan fangar hugin hjá barninum, so er nógv vunnið. Vit mugu tora at seta orð á okkara innastu kenslur og á okkara bjartastu vónir. Og at skilja umheimin og okkara egnu tilveru.  Skúlin er jú alt millum himmal og jørð. Lívið er tín og mín søga. Øll hava vit okkara dreymar og ætlanir.  Í søgunáminum royni eg at vera á barnahædd. At vera tann bæði friðaligi og avbjóðandi næmingurin. Vit kunnu hava so nógvar leiklutir og áhugamál, sigur hann til endans.

Um Steintór
Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Frá ungum árum hevur hann yrkt og skrivað tónleik og við íverksetarahugi sínum sett sjónligan dám á samfelagið. Steintór er ein av Føroya mest fjøltáttaðu listamonnum og hevur sum tóna­smiður, sangskriv­ari, rithøvundur og fyriskipari laðað fleiri ment­an­ar­varðar á leiðini. Hann er ein av upphavsmonunum til tónleikabólk­in Frænd­ur og hevur eisini í egnum navni, og til onnur at framføra, givið út ein hóp av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn í Føroyum. (Sprotin.fo)