Flogbóltur: Ikki kann sigast annað, enn at tað eru tvey lið, sum kennast sera væl, ið hittast í mansfinalunum um føroyameistaraheitið í Eik-liguni, tí ikki færri enn sjey ferðir hava SÍ og Mjølnir staðið yvir av hvørjumøðrum í vetur – seks ferðir í landskappingini og so eisini í steypafinaluni fyri einum mánaði síðani.
At byrja við hevði Mjølnir munin, tí tvær tær fyrstu ferðirnar vunnu klaksvíkingar, og tí hava teir verið framman fyri sørvingar á stigatalvuni, líka til liðini hittust í Klaksvík leygardagin og SÍ við sigri slapp framum. Tað gav so sørvingum rætt til heimavøll í einum møguliga triðja finaludysti.
Meira uppsettir
– Eg vil ikki siga, at vit í Mjølnir eru nervøsir, men heldur spentir. Gamaní, hava vit tapt tríggjar tær síðstu ferðirnar ímóti SÍ, men tað ger okkum bara enn meira uppsettar, sigur hevarin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen.
Hann sigur, at mestsum allir eru tøkir, men at teirra libero, Eyðstein Elttør, í vikuni hevur fingið ein skaða í lærið, sum ger hann ivasaman. Venjingin í kvøld skal vísa, um hann verður førur fyri at spæla um vikuskiftið.
– Vit skulu fyrst og fremst hava góðar móttøkur, og harnæst skulu vit royna at fáa blokkin at standa væl. Og so skulu vit sjálvandi royna at trýsta teir í servunum, sigur Thorvald.
SÍ betri breidd
Nakað tað sama sigur libero-spælarin hjá SÍ, Johan Petur á Stongum, at teir ætla at gera, og hann heldur eisini, at SÍ hevur so mikið munin á Mjølnir, at tað væl eigur at bera til.
– Vit hava nógv betri breidd, og tað gevur okkum fleiri streingir at spæla uppá. Allir mans eru tøkir, so vit fara avstað við øllum okkara fólki, sigur Johan Petur.
– Hjá okkum ræður um at fáa móttøkurnar at koyra, so vit beinanvegin fáa trýst teir, tí vit hava eitt sera gott álop. Eisini ætla vit at trýsta teir við servunum, so teir ikki skulu sleppa í gongd.