Søkja eftir avloysara fyri David

Søkt verður nú eftir nýggjum sóknarprest til Vága prestagjald, tí verandi sóknarprestur, David Johannesen fer frá í summar.

Í lýsingini verður nevnt, at umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi. Sóknarpresturin í Norðstreymoy við sæti í Vestmanna virkar í løtuni helvitina av tíðini í Vága prestagjaldi.

Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir : Mykines, Bøur, Sørvágur, Miðvágur og Sandavágur. Umleið 3.100 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Miðvági. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Tað er búgvandi í prestagarðinum, hóast ábøtur mugu gerast..

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar í skúlanum í Gásadali, ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsóknarfreistin er 1. juli.