Tríkiljan er teknað og bygd til føroysk havøki, og skal røkja farleiðirnar, tá ið onnur skip millum annað eru í dokk, skrivar Strandafaraskip Landsins á heimasíðuni.
Tríkiljan verður bygd eftir hægsta standardi innan HSC - High speed craft code. Byggiháttur og tilfar er vakuumstoypt “komposit” (herdum karbonfiber), sum ger at báturin er lættur, sterkur og skjótur á sjónum. Tríkiljan hevur eisini nýggjastu grønu tøknina, so sum fýra møguleikar til framdrátt, plug inn hybrid, har siglt verður við gassolju og battaríi, stendur á heimasíðuni.
Umframt nýhugsan innan tilfar, tøkni og snið, so er bygging av tríkiljuni eisini eitt frambrot í mun til atløguviðurskifti. Bygt verður ein heil flutningsskipan har tríkiljan verður fest sjálvvirkandi í eitt sergjørt kaianlegg.
Tríkiljan er í gerð hjá GS Marine í Gursken í Norra. Nú søkir Strandfaraskip Landsins eftir stýrimanni og maskinmeistara, sum skulu til upplæring í Noregi í januar og fylgja við arbeiðinum.
Stýrimaður og maskinmeistari fara at hava ábyrgd av at fylgja og hava eftirlit við byggingini í Noregi, hetta í tøttum samstarvi/samskifti við leiðsluna. Umframt eftirlit við byggingini er upplæring hjá Florøskytsbåt eisini ein partur av starvinum.
Umsóknarfreistin til størvini er fríggjadagin 3. januar 2020 klokkan 12.00.
Sí nærri lýsing av nýggja skipinum her.