Súkkluárið liðugt

Seinasta súkklukappingin á árinum varð fyriskipað leygardagin

Súkkling


Hóast luttøkan onkun tíð hevur verið størri, so mundi hon tó vera á eini leið, tá endakappingin, Balslev Multikapping 200, varð fyriskipað leygardagin.

Kappingin varð tó, eins og tær undanfarnu hjá Tórshavnar Súkklufelag avgreidd í øllum góðum, og verða úrslitini av hesi prentað niðanfyri.

Súkklararnir kring landið fara nú at halda sær eina væl unta vetrarfrítíð, eftir eitt ár, sum hevur sett met viðvíkjandi tali av kappingum.



Dreingir 9 ár og yngri

1 Knud Glerup 8,48

2 Rani Jacobsen 8,51

3 Róaldur Jacobsen 9,25

4 Høgni Miné Rasmussen 9,27


Gentur 10 ár og yngri

1 Vanja Miné Rasmussen 10,22


Dreingir 10-14 ár

1 Beinir Jacobsen 15,45

2 Dánjal Michaelsen 18,12

3 Jákup Apol 19,18

4 Jákup dahl-Olsen 19,58

5 Heðin Poulsen 20,33


Vaksin

1 Gunnar Dahl-Olsen 26,18

2 Sverri Mohr Edvinsson 27,17

3 Christian Guttesen 27,47

4 Evald Rasmussen 28,45

5 Kári Simonsen 28,50

6 Kristian Niclasen 32,43

7 Robert Vilhelmsen 36,17