Súkklulandsliðið er sett

Seinastu úttøkukappingarnar hjá súkklulandsliðnum hava verið, opg nú er greitt, hvørjir fimm súkklarar skulu umboða Føroyar á komandi oyggjaleikunum.

Súkkling

Eingin Rógvi Johansen verður á føroyska súkklulandsliðnum til komandi oyggjaleikir, og tí er lítið at ivast í, at størstu vánirnar um heiðursmerki verða knýttar at Boga Kristiansen, sum á seinastu leikunum vann bronsu í býarkoyringini.
Eftir úttøkukappingarnar er greitt, at Bogi fær tveir av teimum meira royndu føroysku súkklarunum í sín part, meðan tveir aðrir mugu sigast at vera rættiliga fekskri í so máta. Teir báðir royndu eru Gunnar Dahl Olsen og Sverri Mohr Edvinsson, sum báðir hava umboðað Føroyar fyrr, meðan Eli Christiansen og Jens Sigurð Simonsen eru púrasta nýggir í hesum høpi. Frá súkklusambandinum verður sagt, at úttøkan av teimum báðum nýggju monnunum samstundis er ein liður í at venja teir báðar til framtíðar avbjóðingar.
Tað er tó ikki bert fyri at fáa nýtt blóð inn, at hetta verður gjørt. Úrslitini hjá teimum báðum sýna heilt greitt, at tað kanska ikki verður so leingi, áðrenn teir av álvara kunnu hótt teir meira etableraðu súkklararnar, og so er einasti spurningurin, hvørt teir áhaldandi fara at leggaj eins nógv í venjingina, soleiðis at menningin kann halda fram komandi árini eisini. Undir øllum umstøðum átti ein landsliðsúttøku at viðvirka til at skumpa undir hugin, og hartil eiga royndirnar, sum ein Oyggjaleikaferð gevur, ivaleyst eisini at koma teimum til góðar seinni.
Umframt venjingarnar her heima, fer súkklulandsliðið í komandi mánaði til Danmarkar á venjingarlegu, og ivaleyst verður meira at frætta frá teimum til ta tíð.
Úrslitini av teimum trimum úttøkukappingunum framganga annars niðanfyri.

Súkkling-landsliðsúttøka

100 km
1Bogi Kristiansen2.59,30
2Gunnar Dahl Olsen2.59,35
3Sverri Mohr Edvinsson3.01,55
4Eli Christiansen3.16,14
5Beinur Rasmussen3.20,33
6Jens Sigurð Simonsen3.16,14
(koyrdi skeivtt)
Hans Krosstein
(punkteraði)

50 km
1Sverri Mohr Edvinsson1.21,48
2Gunnar Dahl Olsen1.22,28
3Bogi Kristiansen1.29,54
4Beinur Rasmussen1.30,32
5Eli Christiansen1.30,32
6Eyðtór Joensen1.38,,39
7Jens Sigurð Simonsen1.41,16
8Evald Rasmussen1.41,37
9Hans Krosstein1.44,21
10Bergur Johansen1.50,29
11Dánjal Michaelsen1.55,10

Býarkoyring
(50 min+1 umgang)
1Bogi Kristiansen49
2Gunnar Dahl Olsen49
3Eli Christiansen48
4Sverri Mohr Edvinsson47
5Jens Sigurð Simonsen42
6Hans Krosstein42
7Beinur Rasmussen42
8Dánjal Michaelsen40