Súkklurnar farnar á rull

Í gjár var farið undir árligu Statoil kring Føroyar kappingina, og súkklað verður fram til sunnudagin, tá ið vinnarin verður funnin. Sum nakað nýtt verður eisini ein fjallakapping í ár.

Árliga súkklukappingin Statoil kring Føroyar fór á rull í gjár, tá ið súkklararnir súkklaðu ein prolog, sum tað eitur, ið var ein einkultstartur, har súkklað var í Klaksvík. Í dag verður súkklað í Eysturoynni, og er talan um ein av longru teinunum upp á góðar 100 kilometrar.

Sandingar fáa vitjan
Í morgin verður súkklað á Sandoy, og tá er talan um ein einkultstart upp á 27 kilometrar. Her verður høvi hjá tí lokala favorittinum, Sverra Mohr Edvinsson, ið er ein av okkara royndastu súkklarum, at vísa sínar dygdir.
Leygardagin verður súkklað í Suðuroy, og her skulu súkklararnir veruliga royna seg, tí at tá eru onkrar rættuliga strævnar brekkur, sum bíða teimum. Seinasti súkkludagurin er sunnudagurin, tá ið kappingin verður avgjørd. Tá verður byrjað í Tjørnuvík, og málið verður sum vant við Statoil-støðina í Gundadali.

Eisini fjallakapping
Hetta er níggjunda árið, at Statoil kring Føroyar er á skránni. Fyrsta almenna kappingin var í 1997, og øll árini hevur Statoil verið høvuðsstuðul. Samlaða longdin, ið súkklararnir skulu leggja aftur um bak, er 348 kilometar, og tað er 18 kilometrar fleiri enn í fjør.
Í kappingini í ár verða 22 luttakarar, og teir umboða trý lond, Føroyar, Ísland og Danmark. Elsti luttakarin er 42 ár, og tann yngsti er 15 ár.
Sum nakað nýtt verður skipað fyri eini sonevndar fjallakapping, har teir, sum koma fyrst um skorini, fáa stig í fjallakappingini. Tann, ið hevur flest stig, sleppur so at súkkla í einari serliga fjallatroyggju, sum vit eisini kenna tað frá altjóða kappingum.