Søkt verður eftir heilsuverksstjóra, og sjúkrahúsverkið skal flytast inn ella upp í fyrstu deild

Sjúkrahúsverkið í fyrstu deild var yvirskriftin í eini grein í Sosialinum 3. november 2008.

Í greinini greiðir landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, frá sínum ætlanum við sjúkrahúsverkinum.

Lat meg byrja við at siga, at hetta skrivið er fyri egnu rokning og umboðar ikki neyðturviliga sjónarmiðini hjá Landssjúkrahúsinum.

 

Sjúkrahúsverkið inn ella upp í fyrstu deild

Hetta málið sigur einki. Tað er heldur einki stuttligt at verða einsamallur í einari deild, tí hvørjum verður tað spælt ímóti?

Er tað tað besta sjúkrahúsverkið í Føroyum, tí tað eru vit? Har eru vit í fyrstu deild. Er tað, tað besta sjúkrahusverkið í Danmark, norðanlondum, Europa ella í heiminum? Sig okkum, hvørjum støði fyrsta deild liggur á? Tí so kann tað føroyska sjúkrahúsverkið læra av teimum spælureglum, sum har eru galdandi.

Eg havi sæð sonevnd sjúkrahús í fyrstu deild aðrastaðni, sum eru sera primitiv. Eingin streymur, og matur gjørdur á opnum báli uttandura. Var neyðugt við streymi, var ein lítil generatorur startaður ta løtu, tað var neyðugt. Drívmegin hjá læknanum og starvsfólkinum var trúgvin.

Eg havi eisni sæð sjúkrahús í fyrstu deild, har stílurin var so flottur og stásiligur, at eg ikki havi búð á fínari hotelli. Har starvaðust læknar, grannskarar og tulkar alt við einari altjóða tilgongd. Peningaautomatirnar stóðu øksl við øksl í móttøkuni.

Sig tí føroyska sjúkrahúsverkinum og Føroya fólki frá, hvat tað er fyri ein fyrstu deild, tú meinar tað føroyska sjúkrahúsverkið skal spæla við í.

Nú verður so lýst eftir superstjóranum, einum heilsuverksstjóra, sum skal leiða Føroya sjúkrahús-verk inn/upp í hesu ódefineraðu fyrstu deild.

Fyri skjótt tveimum árum síðani var tankin barslaður í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk. Ein frágreiðing uttan tær stóru visiónirnar, sum onga frágreiðing hevði um fyrstu deild, ja onkur partur var beinleiðis smakkleysur. Mínar viðmerkingar til frágreiðingina vóru sendar beinleiðis til tað táverandi Almanna- og heilsumálaráð.

Men tankin um ein superstjóra yvir teimum trimum sjúkrahúsum er ikki nýggjur. Í verunleikanum er hann eisini royndur fyri fleiri árum síðani, uttan at tað hepnaðist serliga væl. Eg kenni ikki orsøkina til, at starvið tá var niðurlagt, men einki nýtt er undir sólini, so nú skal tað roynast aftur.

 

Tíðarásetingin undrar meg. Í samgonguskjalinum verður sagt, at samgongan vil fylgja tilmælinum frá fíggjarkanningni av sjúkrahúsverkinum, sum fyritøkan Valcon er í ferð við at gera. Hví verður bygnaðarbroytingin gjørd nú, áðrenn tilmælið er komið. Hetta skilji eg ikki.

 

Tíðarásetingin er líka so góð, sum tá Føroya Banki fer í fjølmiðlarnar og boðar frá, at í morgin fer hann at kunna starvsfólkini um, at tey fara at lata deildir aftur og uppsiga fólk. Óprofessionel tíðar-áseting, sum vísir vanvirðing fyri fólkinum.

 

Hvat skal hesin superstjórin so gera? Um tað varð, at viðkomandi skuldi verðið við í fyrisitingini hjá Heilsumálaráðnum og tryggja, at lóggávur og kunngerðir vóru dagførdar á heilsuøkinum, hevði eg skilt tað. Eisini um viðkomandi skuldi verðið við til at gjørt eitt gjøgnumarbeitt álit um fram-tíðarsjúkrahúsverkið í Føroyum, tí hesum er tað tørvur á. Um viðkomandi verður við til at umseta politiskar raðfestingar til ítøkilig mál fyri sjúkrahúsverkið, hevði eg eisini skilt tað, tí hesum er tað somuleiðis tørvur á.

 

Eg eri samdur í, at tey trý sjúkrahúsini eiga at verða skipað undir einari leiðslu, og at sjúklinga-viðgerðin og tilbúgvingin eigur at verða skipað við atliti til teir samferðslumøguleikar, sum eru í dag. Hetta hetta hevur við sær, at tvær leiðslur og ein tilbúgving loypa av. Hví fer ráðið ikki inn og ger hesar tillagingar sjálv. Ráðið hevur heimildina.

 

Sjúkrahúsverkinum vantar pening. Hetta er øllum kunnugt. Í lýsingini eftir superstjóranum stendur, at viðkomandi skal tryggja, at tilfeingið (peningur, starvsfólk og høli) verður gagnnýtt á besta hátt.

Hví er tað ikki uppgávan hjá Heilsuráðnum at gagnnýta peningin á besta hátt? Í løtuni verða fimm stjórarlønir goldnar, og nú skal tann sætti stjórin setast. Á fíggjarlógini í ár eru avsettar 700.000,- kr. fyri 2009. 2.000.000,- kr. og fyri 2010 ??.???.???,- kr. Hví skal Heilsumálaráðið ikki gagnnýta peningin á besta hátt, so tað verður sjúklinginum til góðar. Seks stjórar við hvør sínum skrivara og umsiting. Teir ferðast í sama umhvørvi, skulu á somu konferansur og hava sama samskiftisnet. Allir stjórarnir eru settir av ráðnum, og fýra teirra vísa til ráðið. Ábyrgdin er hjá Heilsumálaráðnum at tryggja, at játtanin til sjúkrahúsverkið verður gagnnýtt á besta hátt, og at sum mest kemur sjúklinginum til góðar. Tað verður ikki gjørt við at seta enn ein superstjóra.

 

Fatanin í dag millum fólk flest er, at umsitingin av sjúkrahúsverkinum er ov stór. Hetta er eisini galdandi innan sjúkrahúsverkið.Við superstjóranum verður ein steinur lagdur oman á.

 

Allar royndir vísa, at skal eitt virki verða vælvirkandi, so skal skipanin vera so fløt sum gjørligt.

Ábyrgdin skal liggja so tætt hjá tí, sum tekur avgerðir um útreiðslurnar.

 

Í lýsingini stendur eisini, at superstjórin skal tryggja eina greiða leiðsluábyrgd innan heilsuverkið. Er hon ikki greið, sum er? Eisini stendur, at viðkomandi hevur rætt og skyldu til at taka avgerðir á øllum økjum í heilsuverkinum. Er hetta ikki beinleiðis í andsøgn við greiðari leiðsluábyrgd.

 

Eg síggi starvið mest sum ein møguleika hjá ráðnum at skumpa ábyrgdina frá sær. Eg dugi illa at síggja, at ein einsamallur stjóri fer at hava hepni við hesum. Hetta er roynt fyrr uttan “succes”.

 

Eg ivist onga løtu í, at leiðslurnar á øllum trimum sjúkrahúsunum eru kompitentar og hava undirtøku millum síni starvsfólk, men tað er ikki nóg mikið, um vit hava eitt samansjóvað vælvirkandi sjúkrahúsverk, har øll draga somu línu. Ráðið hevur heimildirnar og vitanina til at gera hesa broytingar í lógum og kunngerðum, uttan at tað er neyðugt at seta ein superstjóra.

 

Nú havi eg starvast á Landssjúkrahúsinum í skjótt 5 ár. Nústaðni haldi eg, at kósin, sum Lands-sjúkrahúsið hevur sett sær, er á rættari leið, og eg kenni eitt spírandi bjartskygni millum starvsfólkini.

 

Hans Pauli Støm! Tú hevur gjørt eitt stórt arbeiði í teimum árum, tú hevur sitið sum landsstýris-maður í heilsumálum. Ofta haldi eg eisini, at tú hevur staðið einsamallur og roynt at vart borgir hjá sjúkrahúsverkinum, so eg havi alla virðing fyri tí arbeiði, tú hevur lagt eftir tær, men í hesum máli haldi eg, at tú hevur fatur á skeiva endanum.