Sól og samanhald í Streymnesi

Lagt til rættis: Rógvi Nybo

Myndir: Jens Kristian Vang og Rógvi Nybo



Børn og foreldur hugnaðu sær óført saman í Streymnesi fríggjadagin. Dagstovnurin við Kráir í Hvalvík og ungdómsdeildin hjá EB/Streymi skipaðu fyri stórum barnakarnivali, og bókstavliga øll børn og foreldur teirra vóru boðin.

Veðrið var sum bílagt til høvið, og sólin bakaði yvir ítróttarøkið við Margáir í Streymnesi, har stór sum smá saman kundu njóta góða veðrið og fáa eina góða uppliving.

Sera nógv var gjørt burturúr til henda barnakarnivalin, og tað var ein sera fjølbroytt og intensiv skrá. Klokkan 15 byrjaði barnakarnivalurin við skrúðgongu av Dagstovninum við Kráir og til ítróttarøkið við Margáir. Frammi á vøllinum vóru fýra hoppiborgir, pylsuvognur við Pernille úr Eg Elski Føroyar, candyfloss og poppkorn, brandbilur, traktorar og gravimaskina, ið børnini kundu hugna sær við. Eisini komu nakrir leikarar av besta liðnum hjá EB/Streymi framvið og vóru klárir til ein stuttan dyst móti teimum, sum tordu at bjóða av. Á pallinum vóru fleiri ferðir framførslur, og vitjaðu Nósi, Bassar, Silvi og ikki minst Faroe5, ið rundaðu av við eini konsert fyri børnum og foreldrum.

Alt í alt var hetta eitt gott høvi hjá foreldrum og børnum at hugna sær saman og við øðrum, og kann sigast at hetta var eitt sera væl eydnað tiltak.