Frá døgunum 28. Juni til 4. Juli var lega á Zarepta, har 225 ung millum 15 og 17 ár vóru samlað. Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu, og tí var fólk nógv úti. Eitt nú var tað hvønn dag møguleiki at spæla fótbólt, fara út á Leitisvatn við súkklubáti ella fara í ánna at rógva kano. Haraftrat varð skipað fyri nógvum uttanduraaktiviteti so sum felagsspøl á vøllinum, gongu/svimjitúrar í haganum og grilling á økinum. Hóast veðrið var sera gott, so var eisini ymiskt dagliga í salinum. Jens Olsen og John í Skemmuni høvdu hvør sín bíbliutíma um morgnarnar, har Jens fór gjøgnum søgugongdina í gamla testamenti, meðan John fór gjøgnum Opinberingina. Um kvøldið vóru eisini tvær løtur á skránni, sum Sigurð Vang hevði undir hond. Tær løturnar vóru lættari við eitt nú samrøðum og skemti. Í stuttum kann sigast, at legan gekk sera væl frá byrjan til enda. Stórt sæð vóru teir einastu trupulleikarnir, sum kunnu nevnast, teir mongu mýggjabitarnir, sum eisini vildu sleppa á legu. Vit fingu eisini orðið á nakrar av leguluttakarunum og settu teimum nakrar spurningar um leguna. Dánjal Bertholsen, 15 ár, Klaksvík Hans Petur Sólheyg, 15 ár, Klaksvík Sam Elttør, 15 ár, Klaksvík Asbjørn Vang, 15 ár, Klaksvík Hvat ger, at tit tíma at koma til Zarepta ár um ár? - Tað er alvorliga stuttligt at vera á Zarepta. Eitt nú hevur man góðar møguleikar at hanga út saman við sínum vinum og gera nógv stuttligt saman. Her eru eisini nógvir aktivitetir, sum vit plaga at brúka, t.d. fótbóltur og kano í ánni. Eisini er tað sera gott at koma vestur at læra meira um Gud og at styrkjast í trúnni. Her eru eisini nógvar vakrar gentir, sum vit kunnu hyggja eftir. Hvussu hevur hendan legan verið? - Hetta hevur verið ein tann besta legan nakrantíð. Veðrið hevur verið so øgiliga gott, at vit hava ordiliga hugna okkum uttandura. Millum annað fóru vit tann eina dagin ein túr niðan í hagan. Eftir at høvdu gingið eina løtu funnu vit eina lítla tjørn, sum vit allir lupu útí. Beint við síðurnar av var so ein lekkur lítil fossur, har vit fingu vaska rununa av okkum. Tað var eitt av hæddarpunktunum á leguni. Elin Toftum Joensen, 15 ár, Hoyvík Annika Joensen, 15 ár, Hoyvík Kristina Dahl Andreassen, 15 ár, Hoyvík Hvat ger, at tit tíma at koma til Zarepta ár um ár? - Her koma nógv ung fólk úr øllum Føroyum, og tað er ordiliga stuttligt at møta nýggjum fólki. Av tí sama er hetta ein upplagdur møguleiki at fáa vinir úr øllum landinum. Zarepta er eisini eitt stað við einum tryggum og andaligum umhvørvi, har ein kann koma burtur frá resinum og freistingum í dagligdegnum. Tað skal eisini sigast, at dreingirnir lokka eitt sindur á legu. Hvussu hevur hendan legan verið? - Hon hevur verið heilt ótrúliga góð. Liðið og leiðarin hava verið ordiliga góð. Hesa ferð vóru vit á legu saman við teimum eldru luttakarunum, og tað hevur eisini verið ordiliga gott. Ein tann stuttligasta hendingin var tann eina dagin, tá vit fóru í kano í ánni. Saman við okkara liði var eisini eitt dreingjalið, og byrjaðu vit at arga hvønn annan. Teir byrjaðu at skumpa og koppa okkara kanoum, og vit byrjaðu so at hevna okkum. At enda vóru vit so øll í ánni, svumu, tvætlaðu og hugnaðu okkum í tí heita vatninum.