Í gjár var eingin sigling um Skúvoyarfjørð, tí líkindi vóru ikki til tess.
Útróðrarbáturin Groth røkti sigling um fjørðin fríggjadagin og leygardagin, og hetta hóvaði ikki skúvoyingum, sum gjørdu vart við seg í fjølmiðlunum. Tey mettu ikki, at báturin er egnaður til hesa farleið. Fólk undraðu seg eisini yvir, at Skipaeftirlitið hevði givið Groth fyribilsloyvi at sigla við ferðafólki.
Strandferðslan hongdi seg í, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa ein bát í eini handavend at sigla um fjørðin. Men feløgini í Vestmanna, sum eiga og reka góðkendar ferðamannabátar, søgdu seg ikki vera spurdar av Strandferðsluni.
Longu farin
Í dag er eingin Groth í sigling um Skúvoyarfjørð.
Konrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at Súlan aftur er farin at røkja hesa sigling, til Sildberin kemur aftur av beding.
Sildberin hevur ligið við brotnum geari, men nýtt gear er komið í dag, og rakstrarleiðarin væntar, at Sildberin verður klárur at seta í sigling um Skúvoyarfjørð aftur seinni í hesi vikuni.
Konrad Gaard Joensen sigur, at hann hevur tosað við skiparan, sum førdi Groth um Skúvoyarfjørð hesar dagar, útrórðarbáturin sigldi.
- Tað, sum eg havi fingið at vita, er, at báturin royndist sera væl, sigur rakstrarleiðari á Strandferðsluni.