Sølan av vistfrøðiligum mati vindur uppá seg

- Fleiri og fleiri føroyingar keypa vistfrøðiligan mat. Vit hava vistfrøðiligan mat innan so at siga allar vørubólkar, siga størstu matvøruhandlarnir í Føroyum, Føroya Keypssamtøka og Miklagarður

Eins og gongdin er í londunum uttan um okkum tykist áhugin fyri vistfrøðiligum mati at verða vaksandi í Føroyum. Serliga seinnu árini hevur áhugin verið so mikið stórur, at útboðið av vørum verður økt alla tíðina.

Teir størstu handlarnir í Føroyum, Føroya Keypssamtøka og Miklagarður, leggja nógva orku í at marknaðarføra vistfrøðiligan mat. Aðra staðni er kappingin millum vistfrøðiligan og ikki-vistfrøðiligan mat harðnað munandi, heilt nógv fólk eta vistfrøðiligan mat burturav, men so langt eru vit ikki komin í Føroyum enn.

- Vit byrjaðu at selja vistfrøðiligan mat fyri nógvum árum síðani og øll árini hevur verið ein javnur vøkstur. Í byrjanini settu vit vistfrøðiliga matin fyri seg í handlinum, men tað eru vit gingin burtur frá seinnu árini. Í dag síggja vit innan so at siga allar vørubólkar eitt ávíst útboð av vistfrøðiligum vørum millum hinar vørurnar. Vit fóru fyrst undir at selja vistfrøðiliga frukt og grønmeti og eg rokni við, at um 15% av fruktini og grønmetinum, ið verður selt í dag, er vistfrøðilig.

- Millum okkara viðskiftafólk eru kundar, sum eta millum 60-70% vistfrøðiligt. Hava vit ikki onkra vistfrøðiliga vøru kunnu vit útvega hana. Í summum førum er vistfrøðiligi maturin eitt sindur dýrari enn annan matur, men í heilt nógvum førum er talan um ein lítlan prísmun. Vistfrøðiligt mjøl til dømis kostar næstan tað sama sum annað mjøl, sigur Bo Møller, deildarleiðari í Føroya Keypssamtøku í Havn.

Eisini í Miklagarði, sum hevur handlar aðra staðni, hava tey merkt ein øktan áhuga fyri vistfrøðiligum mati.

- Vistfrøðiligi maturin verður ikki skryktur av hillunum, men undirtøkan veksur, kortini ikki so skjótt, sum vit høvdu væntað. Í Danmark er ein heilt stórur áhugi, ikki minst millum útisetar, so eg rokni við, at tað fer at vinda uppá seg enn meiri. Tey, ið keypa vistfrøðiligt, eru fyri ein stóran part fólk, ið hava búð í Danmark, og har eru vorðin tilvitað um at eta vistfrøðiligt. Vit hava eitt stórt og breitt útboð, og vit fáa nýggja vøru hvørja viku. Tað er serliga frukt og grønmeti, ið selur, men har er prísurin rættiliga høgur, umframt helvtina dýrari, sigur Niels Mortensen, stjóri fyri handlarnar hjá SMS.


Upplýsing

Bæði Føroya Keypssamtøka og Miklagarður royna at lýsa við vistfrøðiligum mati og at upplýsa fólk hesum viðvíkjandi í ávikavist FK-Blaðnum og SMS-blaðnum.

- Eg veit ikki rættiliga, um tað er okkara uppgáva at sannføra fólk um, hvussu skilagott tað er at eta vistfrøðiligan mat. Men vit lýsa alla tíðina við, at vit hava vistfrøðiligan mat, eisini millum dagligu tilboðini, sigur Bo Møller.

- Tað er avgjørt okkara skylda at upplýsa fólk um vistfrøðiligan mat og tað er eingin ivi um, at vit eiga at upplýsa meiri. Eitt nú kundu vit havt upplýsandi tilfar í handlunum um vistfrøðiliga vøru, sigur Niels Mortensen.

Kunnu fólk kenna seg viss í, at vistfrøðiliga vøran tit selja í veruleikanum er vistfrøðilig?

- Vit keypa allar vørurnar frá FDB og tey hava eitt neyvt eftirlit og taka eisini royndir. Stendur frámerkið Ø á vøruni er hon vistfrøðilig. Snýtir ein framleiðari kann hann ikki rokna við at sleppa inn á marknaðin aftur, sigur Bo Møller.


Langur vegur

til Føroya

Tað eru meiri enn 15 ár síðani, at danir av álvara fóru at keypa vistfrøðiligan mat. Og hóast tað øll árini hevur verið ein javnur vøkstur í søluni av vistfrøðiligum mati, telur hesin partin av samlaða umsetninginum ikki meiri enn 6-7 % í eini av teimum størstu handilsketunum í Danmark, Favør. Hvussu stórur hesin parturin er í Føroyum, ber ikki til at fáa upplýst.

Hví fólk velja at keypa vistfrøðiligan mat fram um annan er partvís tí, tey ganga inn fyri einum reinum umhvørvi og eru vorðin meiri tilvitað um, hvat tey vilja eta, men ikki minst av teirri orsøk, at nógvur matur, ið verður seldur í dag, er fongdur við vandamiklum og sjúkuelvandi bakterium. Ein av fyritreytunum fyri at framleiða vistfrøðiligan mat er, at maturin ikki er genspleysaður, so vilja fólk sleppa undan genspleysaðum mati, er bara at eta vistfrøðiligan mat.

Vistfrøðiligur matur er dyrkaður og framleiddur uttan handilstøð og onnur kemisk evni. Strangar treytir verða settar teimum, sum dyrka vistfrøðiligt grønmeti, frukt ella heysta vistfrøðiliga grøði. Tey skulu ikki hava brúkt handilstøð í trý ár, - jørðin skal hava frið í tvey ár og triðja árið ber til at siga, at vørurnar, sum verða dyrkaðar í jørðini eru úr einum reinum umhvørvi. Natúrtøð ger jørðina fruktabetri og dygdin á vørunum verður tí sjálvsagt eisini betri. Ikki at gloyma verður náttúran spard fyri skaðilig árin av ymsum slagi.