Sálarbót í Bø

Í einum summarhúsum vesturi í Bø heldur Ólavur Hátún til,og har er hann so ofta hann kann. Har er friður og staðið og útsýnið ber av øllum. Í løtuni fæst Ólavur við at savna tilfar til bók um abba sín, merkismannin Ólav á Heygum


Tað var í 1965, at Ólavur Hátún, tónleikalærari og kórleiðari, hevði kórfólk á vitjan, føroysk og donsk, og tey fóru útferð við báti. Tey sigldu framvið bygdini Bø, og øll vóru tikin á bóli av vakurleikanum. Tá avgjørdi Ólavur at royna at fáa sær summarhús upp í Bø.

Seinni hevur hann havt nógv vitjandi í Bø, eittnú danska tónaskaldið Vagn Holmboe, ið á sínum mongu ferðum í Føroyum mangan hevur notið at sita við vindeygað í sammarhúsunum í Bø og skoða bygdina, Tindhólm og Mykines.

-Ein týskur tónleikaprofessari, ið vitjaði her hjá okkum í Bø, segði seg ongantíð hava sæð slíkan vakurleika, og han tók til, á týskum sjálvandi, at staðið hevur ei sín líka í heiminum, sigur Ólavur Hátún.

Ólavur vitjaði ofta í Bø og Vestmanna sum barn, tí hagani vóru foreldrini ættað. Komin til mans var hann ikki líka ofta í Bø, men bygdin og vakura útsýnið fór ongantíð rættiliga úr huganum.

-Eg eri føddur úti í Svínoy, har pápi var lærari. Seinni fluttu vit til Kvívíkar, tá hann fekk starv har, greiður Ólavur frá.

-Vit hava eisini góar umstøður í Havn, men her vesturi er so friðarligt. Hetta er sálarbót. Ein kann fara gongutúrar, sigur Ólavur Hátún, ið eisini plagar at fara túr við báti, og hann hevur bæði motorbát og árabát til taks.

-Árabáturin er nevndur Abbi. Tað var so, at í Svínoy búðu pápi hjá sera góðum bátasmiði, lærdi bátasmíð, og pápi smíðaði bát til synir okkara, greiður Ólavur frá.

Ólavur hevur eisini motorbát og hevur siglt millum lond. Eittnú gekk dreymurin um at sigla innanskers í Noreg út, tá Smyril Line í nítiárunum boðaði frá, at til bar a fáa bát yvir til Noregs við Norrønu. Ólavur hevur eisini siglt til Hetlands og hann hevur eisini siglt í Danmark við motorbátinum, í nevnist Svíningur.


Bók um merkismann

Ólavur er í hesum døgum rýmdur frá býarlarmi og vil hava løtur við friði. Hendan ljósa góðveðurs hósdagin, vit vitja vesturi í Bø, fæst Ólavur við at savna tilfar til bók um abba sín, merkismannin Ólav á Heygum úr Vestmanna. Maðurin, ið fyrstur fekk telefonina til Føroya, sum bygdi upp stórt handilsvirki, og sum á so mongum økjum hevði hugsjónir og ætlanir. Søgan um undangongumannin, ið møtti so mongum forðingum á sínum veg, er dramatisk og hugvekjandi.

Millum gomul skjøl situr Ólavur Hátún og savnar saman tað, ið nýtast kann sum tilfar til bókina um Ólav á Heygum.

Í Bø er friður, klaverið stendur í kamarinum, og møguleikar fyri gongu- og siglitúrum í vakra umhvørvinum eru framúr.

-Tá ein er her, so er ein ikki til taks á sama hátt, sum tá ein er við hús í Havn, sigur Ólavur Hátún.