Søldfirðingar plaga at hava sín egna lista á býráðsvalinum í Runavíkar kommunu, og nú er listin klárur til býráðsvalið, sum verður týsdagin 10. november.
Sjey fólk bjóða seg fram – fimm mannfólk og tvey konufólk. Fyri fýra árum síðani vóru seks fólk á listanum, og tvey teirra eru aftur nú á listanum.
Fyri fýra árum síðani fekk listi C, sum var listin hjá teimum í Søldarfirði og Skipanesi, 308 atkvøður ella 12,4 prosent av atkvøðunum og eitt av ellivu umboðum í Runavíkar býráð.
Fyri fýra árum síðani varð Jonhard Danielsen valdur við 171 persónligum atkvøðum. Næstur honum var Elnar Rasmussen við 79 persónligum atkvøðum.
Jonhard Danielsen er ikki á listanum hjá søldfirðingum. Hann er uppstillaður á tí, sum tey kalla borgaralistan.
Umframt Elnar Rasmussen var eisini Faber Isaksen á listanum fyri fýra árum síðani. Hann fekk 36 persónligar atkvøður.
Á listanum hjá teimum í Søldarfirði og Skipanesi eru
Álvur Jacobsen
Dávur Høgnason
Elnar Rasmussen
Faber Isaksen
Katrin Müller
Jytta Sundstein Nielsen
Petur Hansen