28. mai fekk Sólfinn Hansen úr Klaksvík prógv á Fróðskaparsetri Føroya sum cand.mag. við høvuðsgrein (cand.phil.) í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum og grundútbúgving (exam.art.) í søguvísindum.
Sólfinn er 25 ára gamal og úr Klaksvík; sonur Marionnu, f. Thomassen, og Kjartan E. Hansen, bæði úr Klaksvík. Hann fekk málsligt studentsprógv á Kambsdali í 1998. Lesturin á Fróðskaparsetrinum hevur tikið tilsamans 5 ár.
Sólfinn er tann fjórði lesandi, ið hevur tikið alla cand.mag.-útbúgvingina í Føroyum. Umframt hesa útbúgving hevur hann eisini lokið ársnám í samfelagsfrøði. Hann er giftur við Sunrid, f. Hansen, av Hellunum. Tey búgva á Hellunum og eiga tvey børn; dóttrina Marionnu og sonin Magna.
Eftir summarfrítíðina fer Sólfinn at starvast sum tímalærari á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.