Sólglottar komandi dagarnar

Eitt lágtrýst yvir Skotlandi fer í ein landnyrðing og grynnist. Eitt annað lágtrýst dýpist sunnan fyri Ísland og fer sum frá líður at liggja í stað og senda fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar. Seinni í vikuni mennist eitt hátrýst eystan fyri Føroyar.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri. Turt og onkrir sólglottar. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Í morgin verður andøvsgul upp í stívt andøvsgul av eystri, 7 til 10 m/s, sum um náttina viknar niður í lot til andøvsgul av suðri, undir 6 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi, men út á náttina klárar í. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina millum 8 og 12 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av suðri og seinni landsynningi og eystri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og skýggjað, men eisini sólglottar. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 8 og 13 stig.