Komandi dagarnar fara fleiri brúgvaløg við regni at treingja seg inn yvir okkum av suðri.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl. Í kvøld verður skýggjað og tað fer at regna. Hitin millum 8 og 12 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar nakað og um náttina verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyrrapartin sólglottar, annars fyri tað mesta skýggjað og serliga um kvøldið, tá tað eisini er vandi fyri, at tað fer at regna. Hitin millum 8 og 12 stig.
Týsdagin
Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, seinni upp í andøvsgul av útsynningi, upp í 8 m/s, sum um náttina lækkar í ein sunnan. Fyrst skýggjað og eitt lítið sindur av regni, seinni yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina aftur skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 12 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum hækkar í ein útsynning og vestan. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av vestri, seinni av ymsum ættum, millum 3 til 8 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað og um náttina regn. Hitin millum 6 og 10 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, sum út á dagin snarar í ein útsynningi, upp í 8 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 8 og 11 stig.