Eftir at hava búð 15 ár í Grønlandi, er Sólja í Ólavsstovu, saman við familju sínari, flutt heimaftur til Føroya.
Sólja og Niels eiga 17 ára gomlu, Ivalu og Janus, sum er 12 ára gamal. Tey eru øll glað um at vera aftur í Føroyum. Hóast teimum dámdi væl í Grønlandi, gjørdu tey av at flyta heim, tá dóttirin skuldi byrja á studentaskúlanum.
- Tað er so stuttligt at síggja smálombini, sóljurnar og alt tað, sum hoyrir summarinum til, sigur Sólja glað og hyggur út gjøgnum vindeyga á skrivstovu síni í Almannaráðnum.
Hon sigur, at í Grønlandi er so lítil munur á summari og vetri; tað er nærum bara hitin og kuldin, sum skilja. Har er veðrið ikki so skiftandi sum hjá okkum, og veturin kemur eftir einum degi.
Árini í Grønlandi starvaðist Sólja á lógardeildini og innanríkisdeildini hjá heimastýrinum.
Mosfeldt røddi
fyri vaksikonu
Í løtuni er stemningurin í Grønlandi keðiligur. Grønlendingar vilja aftur til røturnar, og tað merkja útlendingar væl.
Nýggi Siumut við Hans Enonksen á odda, vil hava grønlendsku sálina við inn í alt, sum hevur við samfelagið at gera. Hetta er ein neyðug gongd fyri grønlendingar, men tað kann ikki umgangast, at útlendingar, ið búgva har yviri, merkja eitt sindur til tað.
- Men eg føldi meg altíð vælkomnan millum grønlendarar.
Tey eru so øðrvísi enn vit, og har er eingin stattarmunur, greiðir Sólja
frá.
Tað er henda fitta søga eitt gott dømi um:
Tá Mosfeldt ein dagin fekk at vita, at ein av vaskikonunum hevði føðingardag, rópti hann hana inn á skrivstovuna, har hann helt eina talu fyri henni, sum rørdi konuna til tárini.
Fyri henda høga harra, var líka mikið, hvør konan var. Hon hevði føðingardag, og eina føðingardagsheilsu skuldi hon hava.
Har yviri er alt so nógv øðrvísi enn hjá okkum. Eitt nú hevur ein veiðimaður nógv hægri status enn ein fiskiskipari. Grønlendingar hava størri virðing fyri einum fangara enn einum presti ella lærara.
Skúlarnir hava lítið og einki frálærutilfar á grønlendskum; tað sum finst er um, hvussu tú veiðir kóp.
Kynið eingin forðing
Sólja er fødd og uppvaksin í Havn. Hon og tær fýra systrar hennara gingu allar í Nonnuskúlanum. Foreldur teirra starvaðust bæði í Kommunuskúlanum og hildu ikki, at genturnar skuldu ganga í skúla á teirra arbeiðsplássi.
- Í barnaheimi okkara varð nógv tosað um samfelagsviðurskifti, sigur Sólja.
Og ikki er tað so undarligt, tí hon er dóttir Katrin og Ólav Michelsen. Ólavur var eitt skifti býráðslimur, og í nøkur ár var hann blaðstjóri á 14. September.
Í samband við kvinnuspurningin hevur Sólja ein sinniligan hugburð.
Hon heldur ikki, at sjálvt kynið er nøkur forðing í arbeiðnum, men møguliga noyðast kvinnur at markera seg betur fyri at verða hoyrdar, heldur hon.
Hon sigur, at í Grønlandi er fatanin tann, at konufólk tosa nógv. Men tað er stórur munur á okkum og dønum - føroyingar tosa ikki so nógv.
Galdandi lógir
skulu virka
- Høvuðsuppgáva mín í nýggja starvinum verður at fáa galdandi lógir at virka, sigur Sólja.
Men arbeiði hennara er nógv annað enn tað. Eitt nú skal hon hyggja eftir, hvørjar lógarbroytingar eru neyðugar.
Størsta og mest spennandi avbjóðingin verður helst at gera eina nýggja forsorgarlóg, sum skal koma ístaðin fyri verandi lóg, sum er ótíðarhóskandi.
Hon skal royna at gera eitt uppskot til eina lóg, sum verður løtt at umsita. Meðan hon smíðjar lógina, má hon allatíðina minnast til, at tað sita nakrir politikarar, sum eisini skulu góðtaka tað, hon ger, tí annars verður hennar arbeiði til fánýtis.
Men lurta vit eftir skoðsmálinum, sum landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, gevur henni, so verður tað helst eingin trupulleiki.
Sólja dugir væl at skilja ímillum politiska viljan og fyrisitingina, sigur hann.
Tað er lítið at ivast í, at starvið sum aðalstjóri í almannamálum er eitt krevjandi arbeiði, men Sólja raðfestir tíðina saman við familjuni høgt, og hon roynir eisini at finna tíð til at íðka ítrótt.
Páll á Reynatúgvu um Sólju í Ólavsstovu:
Sólja er serstakliga fyrikomandi og løtt at samstarva við. Hon er arbeiðssom, greið og dugir væl at skilja millum politikk og fyrisiting.
Enn er tíðin stutt, vit hava samstarva, men eg havi longu nógv gott at bera Sólju.