Hondbóltur ? kvinnur
Tað var lagnudystur á Giljanesi fríggjadagin. Sóljan skuldi í seinasta dystinum taka ímóti Kyndli, og tað var undan dystinum greitt, at taparin noyddist tungu leiðina niður í aðru deild.
Roknast kundi tí við, at talan fór at gerast um ein bæði spennandi og dramatiskan dyst, men hetta varð tó av ongum. Tølini siga sítt týðiliga mál um, at munurin var stórur, og eftir dystin var helst eingin av fjølmentu heimaáskoðarunum, sum siga nakað sum helst ímóti, at Kyndil hevði sigurin uppibornan.
Eftir eina hampuliga javna byrjan, tók Kyndil at draga frá um miðjan hálvleikin, og so gekk tað fyri tað mesta ein veg. Kanska var spælið hjá teimum grønu ikki so ógvuliga sannførandi. Til hetta var týdningurin av dystinum helst ov stórur. Men tað vóru tó einastakar orsøkir, sum gjørdu sítt til, at sigurin gjørdist somikið sannførandi.
Fyrstu løtuna, tá munurin kom í, var tað kanska serliga Fríða Petersen í málinum, sum stóð seg væl. Einar tríggjar ferðir á rað hevði hon fínar bjargingar móti mest sum leysum sóljuleikarum, og tá Kyndil so fekk fulla nyttu úr mótálopunum, gjørdist tað beinan vegin tungt hjá Sóljuni.
Hin orsøkin til stóra munin, var, at hvørgin av útlendsku leikarunum hjá Sóljuni fingu nakran serliga stóran leiklut hesaferð. Asta Petrauskiene, sum ivaleyst verður besti málskjúttin hetta kappingarárið, var hálvskadd. Hon megnaði ikki at stríðast við verjuna, og tá Kyndil so eisini um miðjan fyrra hálvleik valdi at mansverja, var hennara leiklutur mest sum liðugur. Eymu lærvøddarnir loyvdu henni ongan tíð at gera nakra roynd at skræða seg leysa, og uttan størstu hóttanina, var talan um eitt ógvuliga skert vágalið.
Hartil skal leggjast, at hóast Kristina í málinum hevði nakrar bjargingar, so megnaði hon ikki at einsamøll at halda Sóljuni inni í dystinum, og so hvørt sum bóltarnir fuku inn aftan fyri hana, gjørdist vónloysi á liðnum alsamt sjónligari.
Sum dysturin leið, so gjørdist talan um ein tryggan sigur til Kyndil, og tá alt var liðugt, kom til sjóndar, undir hvørjum trýsti kyndilsliðið hevur verið seinastu vikurnar.
Gleðisrópini harðnaðu fyri hvønn bólt, sum varð sendur í málið, og tá seinasta bríkslið hevði ljóðað, tustu leikarar og onnur av væl mannaða beinkinum inn á vøllin, har øll kundu hálsfevnast og fegnast um, at liðið hevði byrgt fyri vanlagnuni at flyta eina deild niður.
Tað megnaði Sóljan so ikki, men hóast hetta, so tóktust tær meira avkláraðar í niðurflytingarspurninginum enn Kyndil.
Tað er tó líti at ivast í, at talan bert verður um eitt fyribils farvæl til vágaliðið. Í stóran mun er hópurin mannaður við ungum leikarum, og verður hildið fast við hesar, soleiðis at tær kunnu búnast eitt ár í oddinum av aðru deild, heldur enn í botninum av fyrstu deild, so er lítið at ivast í, at talan verður um eina sterkaru Sólju, sum um eitt ár aftur verður at síggja millum bestu liðini í landinum.
Dysturin í tølum
Sóljan-Kyndil 15-26 (5-10)
Sóljan: Asta Petrauskiene 5 (1), Hertha Jónsdóttir SImonsen 4, Marjun Johansen 3 (1), Sólja Jóanisdóttir 2, Heidi Maria Akselsen 1.
Kyndil: Palma Petersen 5, Marjun Tróndarson 5, Lotte Sørensen 5 (3), Ann Hansen 3, Annika Ljósstein 3, Rakul Napoleonsdóttir Joensen 2, Linda Weihe 1.
Útvísingar: Sóljan 3, Kyndil 1
Brotskøst: Sóljan 2, Kyndil
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen og Jacob Jónsson. Lága leikferðin gav teimum litlar og ongar trupulleikar
Eftir eina javna byrjan, var tað Kyndil, sum dróg frá, og so hvørt sum málini skolaðu inn, gjørdist stórsigurin alt meira vísur
Mynd: Álvur Haraldsen