Søljan-VÍF í kvøld

Kl 19 í kvøld verður ein dystur í Sunset kappingini spældur, tá VÍF tekur móti Søljuni.
Við ávíkavist fýra og tveimum stigum er her talan um tvey lið, sum liggja í tyngra endanum av stigatalvuni. Men tó ikki meira enn so, at VÍF framvegis hevur møguleikan at blanda seg í kappingina um fjórða plássið, har tær fyrst og fremst tykjast skula kappast við Kyndil, sum í ár hevur fingið eina rættiliga góða byrjan upp á kappingarárið.