Sálmar í nýggjum hami

Hósdagin kemur út nýggj fløga við heitinum, Mær halda Harrans hendur

Fløguútgáva

Tað er vestmenningurin, Johannes Ólavsson, sum stendur aftan fyri útgávuni, og er tað 3?arin í SMS, sum gevur út.
Talan er um sálmar sum vit kenna teir frá sálmabókum ið brúktar verða í kirkjum og samkomum í Føroyum. Men tað kann tó sigast at teir eru latnir í ein heldur nýggjari tónlistarligan búna.
Á fløguni eru 11 sálmar, summir kendir, adrir minni kendir, og eru tað nakrir av okkara bestu tónleikarum og sangarum sum spæla og syngja á hesi fløgu.
Fløgan er miksað av normanninum Gulleiv Wee, sum eisini er kendur sum produsari hjá Sigvart Dagsland og hevur spælt bass hjá Sissel Kyrkjebø, Morten Abel og øðrum.