Bókin er á nógvar mátar øðrvísi enn tað, vit annars síggja í føroyskum skaldskapi. Og høvundurin fjaldi heldur ikki yvir, at hon hevði havt ilt vit at meta um, hvørt hon var á rættari leið við bókini.
- Tí hevur hendan virðislønin nógv at siga fyri meg í tann mun at hon gevur mær áræði at halda fram, segði hon.
Og júst hetta, at høvundurin gongur sínar heilt egnu leiðir, taldi nógv í metingini hjá dómsnevndini, hvørs grundgeving ljóðaði soleiðs.
Sum fyrsta roynd høvundans at skriva til vaksin ber hendan skaldsøgan boð um, at føroyskar bókmentir við Sólrun eru á ótroddum leiðum. Í frásøgn um gerandisdagin hjá einari gentu í rembingar- og broytingartíðum í fimmtiárunum lýsir skaldsøgan modernaðu Føroyar frá einari síðu, sum vit ikki hava fingið lýsta áður. Sólrun letur fínliga í orð tað ósigiliga og viðbrekna, sum ofta verður skúgvað til viks og burturtrongt, tí tað er trupult at seta orð á og sárt at viðurkenna.
Samanumtikið hevur tað eydnast Sólrun Michelsen framúr væl at lýsa skuggasíðu mannalívsins í einum listaliga væl úr hondum greiddum verki við fjøltýddari søgugongd og mosaikkkendari bygging.