Sølurás á Skála um vikuskiftið

SøluRásin 2012 verður í høll­ini á Skála um vikuskiftið.
Hetta er ein aft­ur­vend­andi søl­u­stevna, sum Skála Ítrótt­ar­felag, Skála Róðr­ar­fel­ag, StÍF og Strálan skipa fyri.

Hetta er fimtanda árið, stevn­an er, og hevur hon al­tíð verið væl vitjað.

Eisini verður ymiskt und­ir­hald báðar dagarnar.

Nevnast kann, at leyg­ar­dag­in koma Trølla Pæt­ur og Trølla Omman at und­ir­halda bør­n­u­num. Seinni um dag­in kem­ur Signar í Homr­um at syngja og spæla – hann hevur júst giv­ið fløgu út og síðst á kvøld­i­num spæla Búgvi og Gun­nar, sum eisini eru fløgu­akt­u­ellir.
Sunnudagin verður eisini ym­iskt á skránni. Kular Røt­ur koma at undirhalda á pall­i­num, og seinni um kvøld­ið spæla Eyðun Nolsøe og Kim Hansen.

Vør­u­tombola verður upp­i í bygdasalinum sunn­u­dag­in
Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dag­in.
Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verð­ur á pallinum um yms­ar vinn­ing­ar millum seld at­gong­u­merki fyri dagin.

Høv­uðs­vinn­ing­ar eru tveir kekk­ar á 4000 krón­­ur mil­lum øll seld at­gong­u­merki fyri báð­ar dag­ar­nar, sum verða trektir sunnukvøldið.

– Øll eru hjartaliga vælkomin til SøluRásina 2012 í høllini á Skála, siga fyrireikararnir.