Í dag vóru teir á hvør sínum liði, landsliðsspælarin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar og málverjin hjá AB, Heðin Stenberg, men gerandisdagar eru teir starvsfelagar í byggifyritøkuni, Búsetur.
Tá Víkingur vann 3-0 á AB í Sarpugerði í Norðragøtu í dag stóðu teir andlit til andlit ímóti dystarenda. Tá var brotsspark til Víking ímóti AB, og Sølvi Vatnhamar gjørdi ein "Panenka" ímóti starvsfelaga sínum, Heðini Stenberg. Sølvi "tjippaði" bóltin so hann fór uppum Heðin Stenberg og í málið til 3-0.
Sølvi Vatnhamar viðgongur, at hann tordi bara at gera ein "Panenka" tí tíðin var næstan farin, og støðan var 2-0 til Víking. Nú gleðir Sølvi seg til Heðin kemur á skrivstovuna á Búsetur í morgin, og Sølvi ætlar at spæla videobrotið av málinum fyri Heðini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Sølva Vatnhamar aftaná Víkingur hevði vunnið 3-0 á AB.
("Panenka-brotssparkið" er uppkallað eftir kekkoslovakiska landsliðsspælaranum, Antonin Panenka sum skoraði avgerandi málið í brotssparkskappingini í EM-finaluni í 1976 tá Kekkoslovakia vann á Vesturtýsklandi. Sepp Maier vardi týska málið tá.)
Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Bárð Olsen hjá AB hoyrist HER