Sølvi Winther Olsen diplomlækni

Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn, gjørdist herfyri diplomlækni í ítróttarmedisini.

Sølvi hevur seinastu tólv árini verið fastur lækni hjá føroyska ítróttarhópinum, ið luttekur í Oyggjarleikunum, umframt at hann er næstformaður og medisinskur ráðgevi hjá føroyska dopingeftirlitinum. Sølvi er frammanundan serlækni í almennum medisini. Við tað at ítróttarmedisin ikki er viðurkent sum eitt serlæknaøki, ber tað til at utbúgva seg sum diplomlækna við at uppfylla ávís krøv. Sølvi hevur verið til nógv ymisk skeið og á fleiri ráðstevnum, umframt at hann hevur hollar royndir á økinum. Tað er ein undirnevnd hjá DIMS (Dansk Idræts Medisinsk Selskab), sum stendur fyri hesi útbúgving. Umleið 30 læknar í danska kongaríkinum hava hesa útbúgving.