Sámal Bláhamr: ? Við trúgv rapaðu Jeriko múrar

? Hóast Heri ikki hevur útbúgving innan ferðavinnu, so hevur hann júst royndirnar, sum gera hann sera væl egnaðan til starvið, sum stjóri á Ferðaráðnum, sigur Sámal Bláhamar, sum heldur, at eisini Heri hevur nógv góð ráð at geva øðrum, sum starvast í ferðavinnuni

Ein maður, sum hevur starvast í meiri enn eitt mannaminni í føroysku ferðavinnuni, er Sámal Bláhamar.

Hann hevur mangan verið frammi við atfinningum at framferðarháttinum hjá Ferðaráðnum og tí valdu vit at biða um hansara viðmerkingar nú nýggjur stjóri er settur á ráðnum.

? Eg eri ótrúliga fegin um, at Heri Niclasen er settur sum stjóri á Ferðaráðnum. Hann er tann persónurin í føroysku ferðavinnuni, sum at siga øll hava sæð upp til, tí hann hevur avrikað ótrúliga nógv og gott fyri vinnuna, sigur Sámal Bláhamar.


Kendur og royndur

Tað, sum Sámal leggur størsta dentin á, er, at talan er um ein persón, sum er bæði væl kendur og væl lýddur millum manna.

? Hann hevur arbeitt í ferðavinnuni í ár og hevur hesa tíðina samstarvað so at siga við øllum teimum, sum eru í vinnuni í dag, bæði her heima og uttanlands, og hann er kendur fyri at duga sera væl at samstarva við øll, og tað fer at vera ein sera stórur fyrimunur í nýggja starvinum, sigur Sámal Bláhamar.

Harafturat heldur Sámal Bláhamar tað hava sera stóran týdning at maðurin hevur so nógvar praktiskar royndir.

? Minst til, at hann hevur uppbygt marknaðardeildirnar hjá bæði Smyril Line og Atlantsflog og tískil veit hann, kanska betri enn nakar hvussu slíkt tilfar, skal síggja út, sigur Sámal Bláhamar og leggur afturat, at tað kunnu onnur í ferðavinnuni fáa gleði av nú.

? Hann veit hvussu faldarar skulu gerast og kann koma við góðum og kvalifiseraðum ráðum til teirra, sum eru í holt við slíkar æltanir. Og tað havi eg saknað hjá Ferðaráðnum higar til dags.


Betri samstarv millum miðstaðin og økini

Í greinini í blaðnum í gjár nam Heri við týdningin av at fáa samansjóða tiltøkini kring landið, soleiðis, at tað kann brúkast, sum ein góðkenningarskipan av tiltøkum.

Henda tanka dámar Sámali væl, tí hann heldur, at tað verður arbeitt ov nógv í sjálvdrátti, sum støðan er nú.

? Og tað er ein uppgáva, sum hann uttan stórvegis trupulleikar kundi loyst sjálvur, við teimum royndum hann hevur. Harafturat kemur tað at hava við sær, at vit fáa eitt betri samskifti millum miðstaðin og økini uttan um, og tað haldi eg er avgerandi neyðugt, sigur Sámal.


Vitan av royndum

Sámal Bláhamar sigur við Sosialin, at hansara meting av arbeiðinum hjá Ferðaráðnum higartil hevur verið, at tað hevur verið arbeitt alt ov nógv eftir teorium, heldur enn at byggja tær á praktisktar royndir.

? Tað rokni eg við fer at broytast nú vit fáa ein mann í sessin sum byggir sína vitan á praktiskar royndir. Tað er sum tað stendur í skriftstaðnum, at við trúgv rapaðu Jereko múrar, sigur Sámal Bláhamar og leggur afturat, at vit í onkrum føri trúgva ov nógv upp á rætta útbúgving og gloyma tær praktisku royndirnar.

? Men tær hava vit fingið nú, og eg gleði meg til samstarvið, sigur Sámal Bláhamar at enda.