Tað ber illa til at nevna Sámal uttan fyrst at nevna hansara foreldur Fredrikku og Gazet. Gazet var beiggi Jóannes Patursson. Hann gjørdist ikki kendur fyri politikk sum beiggin, men fyri hansara urtagarðsarbeiði og vísindaligu avrik. Fyri at taka tað seinna fyrst, kom hann at gera eitt stórt arbeiði við at savna summarfuglar og plantur, og hann hevði samstarv við vísindastovnar sum Zoologisk Museum í Danmark á hesum øki. Millum annað staðfesti hann gulllaks í Føroyum longu í 1904. Annars var Gazet tann fyrsti í Føroyum, sum fekk sær urtagarðsbrúk sum vinnuveg, og var hetta sera slóðbrótandi. Mamma Sámal var Frederikka, sum eisini var úr Kirkjubø.
FF-blaðið hevði í 2003 eina frásøgn um tey bæði, og tá skrivaði Elisabeth, kona Sámal, eina lýsing av vermammuni. Frásøgnin kann lesast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
Farið verður inn á gomlu heimasíðuni, blað nr. 306.
Tað var eitt sindur trupult at fáa tilfar til eina lýsing av Gazet. Mótsett í hvussu er summum av beiggjunum, var hann sera beskeðin, og tað var so lítið skrivligt um hann.
Sámal og hansara kundu tó geva so mikið av íkasti um Gazet, at tað fekst ein góð lýsing av honum. Hetta var ikki minst, tí ættin hevði varðveitt áhugavert brævaskifti við teir avvarðandi vísindaligu stovnarnar í Danmark.
Tá Sámal var drongur vóru bert 4-5 hús í Kirkjubø. Undan hansara tíð var handil í bygdini. Men fyrst hann minnist, fingu tey vørurnar úr Havn við rutubátinum. Tað varð ikki koyrandi til Havnar fyrr enn í 1925 og var hetta sjálvsagt ein stór broyting. Tað var skúli í Kirkjubø, og lærari var Karin Samuelsen, kend frá sanginum hjá Hans Andreas Djurhuus við regluni »altíð rennur Karin fyrst.«
Henda bygdin, Kirkjubø, hevur hóast sína avmarkaðu stødd havt stóra ávirkan á okkara samfelag, og sum tað skilst, er Sámal av góðum bergi brotin.
Hann hevur hildið seg til sítt heimabeiti og hevur verið í Kirkjubø alt lívið. Tó var hann á háskúla í Havn í sínum ungu døgum.
Pápin hevur verið ein góður lærumeistari hjá Sámali, og aftaná at hava arbeitt saman við honum hevur Sámal tikið upp hansara urtagarðsvirksemi, og hevur hetta verið hansara lív.
Sámal hevði sett sær fyri at liva av tí, sum jørðin gevur við grønmeti og blómur, og hetta hevur eisini eydnast við dugnaskapi, ídni og arbeiðssemi.
Hann hevur eisini følt ábyrgd fyri familjuni og ættini. Pápi hansara hevði eitt festi, sum elsti beiggi Sámal, Páll, tók við. Men tá beiggin fall frá í ungum aldri, tók Sámal við festinum og røkti tað væl og virðiliga, til sonur Páll kundi taka við. Hetta gjørdi hann umframt urtagarðsvirksemið.
Hetta er ein umsorgan, sum børnini hjá honum og teirra framvegis merkja til, og hetta merkir eisini, at tey javnan hava fólk, sum koma inn á gólvið, og inni hjá Sámali og Elisabeth kenna øll seg væl.
Hóast sín aldur hevur Sámal ikki á nakran hátt lagt frá sær. Enn veltir hann, eins og hann framvegis hevur ein prýðiligan og vakran urtagarð, har hann hevur sáað fyrr í ár og nú, eftir at hann fyllir 90 ár, bíðar eftur at taka grøðina upp. Men áðrenn hetta hendir, er framvegis nógv sum skal gerast sum við lúking.
Sámal hevur altíð verið trúgvur kirkjumaður, og hann søkir regluliga Guds hús. Eisini er hann trúfastur í KFUM í Havn.
Sámal er ein av veteranum í Svimjhylinum, og her er hann fastur gestur. Er hann ikki elstur, er hann í hvussu er ein av teimum elstu.
Sámal giftist í 1953 við Elisabeth av Strondum, og hevur hon verið honum ein góð kona og stuðul. Elisabeth er so vissuliga eisini eitt skilafólk, sum dugur at greiða frá. Hon minnist rabarburnar, tey á Strondum plagdu at fáa frá Gazet, og var hetta áðrenn hon í heila tikið ánaði, at hon fór at enda í Kirkjubø sum hansara verdóttir. Hon minnist eisini, hvussu virðisliga rabarburnar vóru innpakkaðar eins og við nútímans marknaðarføring.
Tey bæði eiga børnini Rasmus, giftur við Anniku í Garði av Strondum, Fríðu, sum er gift við Niclasi Rasmussen úr Havn og Svein, giftur við Ásu Hansen úr Havn. Barnabørnini eru 12 í tali, og nú hava tey eisini fingið eitt langabba- og ommubarn.
Sámal er ein av hesum beskednu persónunum, sum ikki gera nakran háva burtur úr sær sjálvum, men sum eru dygg í sínum dagligdegi. Eri komin at kenna tey bæði gjøgnum sonin Rasmus, og eri komin at virðismeta teirra eginleikar. Tey eru bæði sera dámlig og skilagóð og eru ímyndin av teimum góðu eginleikum hjá fólki, vit kunnu hava álit á.
Hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum!
ó.