Sámal Petur sigur ósatt

Tað er beinleiðs ósatt, tá Samal Petur í Grund sigur, at eg havi biðið landsnevndarumboð Sjálvstýrisfloksins blokera aðalfundin, sigur Edvard Hermansen

 

Floksstríð


?Sámal Petur í Grund sigur ósatt, tá hann leggur meg undir at hava biðið fólk um ikki at møta á aðalfundi fyri at forða fyri, at fundurin gjørdist viðtøkuførur, sigur Edvard Hemansen, formaður í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins.

Sámal Petur í Grund, politiskur formaður Sjálvstýrisfloksins, sigur við Sosialin, at hann veit frá landsnevndarlimi Sjálvstýrisfloksins, at formaðurin í landsnevnd floksins, Edvard Hermansen, upp undir lands- og aðalfundin í Klaksvík leygardagin, ringdi til landsnevndarumboðini og bað tey ikki møta á fundi, soleiðis at fundurin ikki gjørdist viðtøkuførur.

Sámal Petur í Grund nevndi landsnevndarumboðið hjá Suðurstreymoyar Sjávstýrisfelag, Ronald Poulsen, sum skuldi hava fingið hesa áheitan.

Við Sosialin sigur Ronald Poulsen seg ikki hava fingið eina slíka beinleiðis áheitan frá landsnevndarformanninum. Hann váttar tó at hava tosað við Edvard Hermansen, men segði, at slíka áheitan hevði hann ikki fingið. Hann hevði í øllum førum ikki skilt samrøðu teirra soleiðis, sum Sámal Petur í Grund leggur hana út.

Edvard Hermansen vísir á, at tað vóru tvey av trimum limafeløgum á fundi. Einasta landsnevndarumboð, sum ikki møtti, var umboðið fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum er felagið hjá Sámali Peturi í Grund. Heldur ikki varamaðurin møtti. Og hann er formaður í felagnum í Eysturoynni.

Edvard Hermansen sigur, at hann hevur veruliga í longri tíð roynt at hitta landsnevndarumboðið í Eysturoynni í felagsørindum, men tað hevur ikki eydnast. Somu royndir hevur Sosialurin gjørt líka síðan landsfundin í Klaksvík leygardagin. Heldur ikki formaðurin í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevur verið at hitt, tá Sosialurin hevur roynt at fáa orð á hann. Aðrir nevndarlimir í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hava eisini borið seg undan at siga nakað um málið.

Sámal Petur í Grund váttar, at hann hevur stillað seg sjálvan upp til formansvalið í Sjálvstýrisflokkinum. Áheitanin er ikki komin frá nøkrum lokalfelag, men frá onkrum einstøkum vanligum limum í flokkinum, sigur hann. Men sambært lógum floksins, skal eitt lokalfelag ella ein fólkavaldur politikari stilla eit valevni upp, og tað gjørdi hann so sjálvur.

Hann sigur eisini, at eftir at hann var skotin upp sum formansvalevni, fekk hann váttan frá nevndini í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag um, at hann skuldi fáa atkvøðurnar hjá felagnum á aðalfundinum. Tað varð avgjørt á fundi tann 25. september. Hesar upplýsingar hevur Sosialurin fingið váttaðar frá nevndarlimi í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag.

Søgur ganga um, at Sámal Petur í Grund hevur so lítlan politiskan stuðul í valfelag sínum, at hann kanska als ikki verður uppstillaður til val.

Sámal Petur í Grund sigur, at hann so seint sum í vikuni, sum fór, hevur fingið at vita frá formanninum í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, at felagið ætlar at stilla hann upp til løgtingsvalið.