Sámal Petur stillar upp í Havn

Ferjumaðurin Sámal Petur í Grund er á veg til Havnar í fleiri týdningum. Tað ljóðar, at hann kanska stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Havn. Samstundis verður roynt at fáa Jákup Sverra Kass at stilla uppaftur

Seinasta veljarakanningin var hørð við Sjálvstýrisflokkin. Sambært kanningini hevði flokkurin ikki komið í løgtingið. Okkurt álvarsligt skal gerast, um tað skal eydnast flokkinum at skava nóg mikið av atkvøðum til sín, so flokkurin aftur verður umboðaður.

Síðsta val fall maðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Havn fyri fyrstu ferð í 50 ár, og tað var ein dyggur smeitur. Síðan Helena Dam á Neystabø fór úr politikki hevur flokkurin ikki havt ein dyggan profil, sum havnarfólk hava tikið nóg væl undir við.

Sámal Petur í Grund stríðist við at gera eina farleið úr Skálafjørðinum til Havnar. Nú royna kreftir í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag at fáa Sámal Petur í Grund, sum áður er valdur í Eysturoynni og hevur verið landsstýrismaður fyri flokkin, at stilla upp í Havn. Fundur skuldi vera í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag týskvøldið, har støða skuldi takast til spurningin.

Sámal Petur í Grund vil sjálvur ikki vátta tíðindini, men hann fær hinvegin ikki avsannað tey. Verður Sámal Petur í Grund valdur í staðin fyri Kára P. Højgaard úr Eysturoynni, sum hevur umboðað flokkin hetta valskeiðið, so merkir tað samstundis eitt skiftið fyri flokkin, ið kann hava týdning fyri sjálvstýristilgongdina.

Sámal Petur í Grund er sjálvstýrissinnaður um ein háls. Kári P. Højgaard hevur hinvegin gjørt tað til sítt vørumerki at trýsta á bremsuna í sjálvstýrispolitikkinum hjá samgonguni, og tað er óivað hann, sum hevur heiðurin fyri, at fólkakirkjan framvegis ikki er yvirtikin, og hann hevur sett seg ímóti, at løgreglan skuldi yvirtakast hetta valskeiðið.
Umframt Sámal Petur í Grund ljóðar eisini, at sjálvstýrisfólk royna at fáa Jákup Sverra Kass at stilla upp í høvuðsstaðnum. Jákup Sverri, sum er í lestrarørindum í Danmark, hoyrir til sterku Kass-familjuna, sum er eitt serligt kapitull í sjálvstýrissøguni. Stillar hann upp, eru nakrar tryggar atkvøður aftur í kassanum.