Eitt sera óheppið mistak á skriviborðinum hevði leygarkvøldið við sær, at miðvallarin á landsliðnum, Sámal Joensen, av órøttum noyddist til hús og ikki verður við í dystinum móti Litava í annaðkvøld. Sámal varð ofraður, meðan Uni Arge sleppur at halda fram á landsliðnum.
? Hetta var eitt sera óheppið fyrisitingarligt mistak, sum ikki eigur at koma fyri. Vit mugu taka hetta upp innanhýsis fyri at tryggja okkum betri ímóti, at sovorðið endurtekur seg, er viðmerkingin hjá Ísaki Mikladal, aðalskrivara í Fótbóltssambandinum, sum greiðir soleiðis frá orsøkini til, at Sámal Joensen er leikbannaður og Uni Arge ikki er leikbannaður í annaðkvøld:
? Í yvirlitinum, sum pressan, sum var í Gundadali fekk, og sum varð sent til altjóða tíðindastovurnar hava allir spælararnir tað talið, sum teir skuldu hava. Men á dómaraseðlinum stóð Sámal Joensen at vera nummar sjey og Uni Arge at vera nummar seks, og tá tað er dómaraseðilin, sum er almenna og einasta góðkenda skrivliga frásøgnin, sum verður send UEFA, so kunnu vit einki gera við hetta. Tað hevði kanska borið til at kunnað UEFA um, at vit hava gjørt eitt mistak, men eg dugi á ongan hátt at ímynda mær, at hetta á nakran hátt hevði verið okkum til fyrimunar, heldur Ísak Mikladal, sum eisini harmast Sámal Joensensa vegna.
Eingin troyst
Fyri øll tey, sum leygarkvøldið antin á Tórsvølli ella í sjónvarpinum sóu slagið móti Estlandi, var tað sjón fyri søgn, at føroyingar í 1. hálvleiki fingu tvey gul kort, og at tað vóru nøvnini á nummar ellivu, John Petersen, og nummar sjey, Una Arge, sum vórðu skrivað í svørtu bók hjá kroatiska dómaranum. Og á tíðindafundinum eftir lokið stríð, staðfesti Allan Simonsen, at tað í hvussu so er var neyðugt at broyta liðið á tveimum plássum, tí bæði John Petersen og Uni Arge fóru at verða leikbannaðir móti Litava.
Men soleiðis skuldi tað ikki vera:
? Vit sótu við døgurðaborðið á Hotel Føroyum, tá Allan Simonsen segði við meg, at eg var leikbannaður mikukvøldið. Eg skilti einki av hesum, men tað gekk skjótt upp fyri mær, at einki var at gera við hetta, og sjálvandi eri eg ógvuliga harmur um, at hetta skuldi enda soleiðis, sigur Sámal Joensen, sum við kortinum, sum hann av órøttum var skrásettur fyri hesa ferð, er leikbannaður, tí hann niðri í Bosnia 19. august í fjør eisini sá gult.
Men er tað ikki ein troyst í, at so er tað heilt víst, at tú verður við í Kekkia fyrst í oktober?
? Nei, tað er eingin troyst. Um eg hevði havt gjørt brot til gult kort, so hevði tað verið í lagi. Eg hevði ikki ætlað at fingið gult kort móti estlendingum og heldur ikki móti litavum, so eg eri sera harmur um hetta.
Fert tú at hyggja mikukvøldið?
? Ja, tað fari eg, men tað harmar meg almikið, at eg ikki havi møguleika at hjálpa til inni á vøllinum, sigur Sámal Joensen, sum leygardagin var á landsliðnum fyri 12. ferð. Fyrsta royndin hjá honum á landsliðnum var fyri tveimum árum síðani, tá Føroyar í Tartu í Estlandi vunnu 2?0.
Stórar broytingar
At bæði Sámal Joensen og John Petersen eru leikbannaðir í morgin hevur við sær, at tað sammett við leygardagin er neyðugt at skipa miðvøllin so at siga av nýggjum í annaðkvøld. Julian Johnsson er einsamallur eftir av teimum trimum, sum mannaðu miðvøllin, og tá tað ikki er sjálvsagt, at tveir spælarar verða settir inn á ódnirnar hjá Sámali Joensen og John Petersen, so er tað ein sannroynd, at landsliðsvenjarin er noyddur at gera fleiri broytingar og rokeringar, enn hann brýggjar seg um, og sum tað hevði verið óneyðugt at gjørt, um tað hevði verið ein miðvallari og ein álopsspælari, sum vóru leikbannaðir.
Samstundis sum John Petersen og Sámal Joensen vórðu sendir til hús, vórðu boð send eftir Bartali Eliasen úr GÍ og Rógva Jacobsen úr KÍ. Bartal er miðverji, og Rógvi er miðvallari. Bartal spældi tvær ferðir á landsliðnum á sumri í 1997 ? seinni dysturin var, tá Føroyar vunnu 2?0 í Estlandi ? og hann sat á beinkinum alt heystið í 1997. Síðani hevur hann ikki verið í átjan manna hópinum.
Rógvi var fyrstu ferð á landsliðnum móti Íslandi, tá hann spældi síðstu fimm minuttirnar.