Ósømiligt ikki at rinda fyri okkum sjálv

Føroyingar hava stórt gagn av felagsskapinum í Norðurlandaráðnum, vit fáa nógv haðani, men rinda ikki eina krónu afturfyri.

- Ósømiligt, siga Jógvan við Keldu og Dan R. Petersen, politisku umboðini í ráðnum.

Føroyingar eiga tveir sessir í Norðurlandaráðnum. Eiga er kanska ov nógv sagt, tí sessirnir eru partur í donsku umboðanini í ráðnum. Vit gjalda ikki fyri luttøkuna hóast vit fáa og hava stórt gagn av luttøkuni og samstarvinum. Hetta ætlar Jógvan við Keldu, limur í Norðurlandaráðnum at broyta.

- Í mínum hugaheimi er tað ósømiligt, at vit ikki rinda okkara part. Tá ið vit hugsa um, at vit taka tveir sessir frá dønum, kann tað ikki vera rætt, at vit ikki gjalda fyri teir. Føroyska samfelagið er eitt njótarasamfelag, vit njóta uttan at gjalda. Norðurlandahúsið í Føroyum fær 4-5 mill. kr. á hvørjum ári, føroysk tiltøk og annað verða stuðlað haðani. Møguliga fáa vit pengar til orðabókagerð um ikki so langa tíð. Hini londini rinda hálvt prosent av fíggjarlógini til Norðurlandaráðið og tá ið vit hava eina fíggjarlóg á 3 milliardir áttu vit at goldið 1,5 mill. kr.

Dan R. Petersen, sum eisini er limur í Norðurlandaráðnum, er samdur við Jógvani við Keldu, men leggur kortini afturat, at myndin ikki er so einføld, tí føroyska umboðanin er partur av teirri donsku.

- Føroyska umboðanin er eins og álendska ikki sjálvstøðug. Hóast sessirnir eru fastir, so er teir til láns. Tað er ósømiligt, at vit ikki rinda fyri okkum sjálv og vit høvdu heilt vist kent okkum betri um so var. Fáa vit fullveldi fáa vit samstundis sjálvstøðuga umboðan. Hinvegin havi eg skilt, at føroyingar áður hava skotið upp, at vit skulu gjalda okkara part, men at danir tá tóku tað illa upp, sigur Dan R. Petersen.

Dan R. Petersen kundi hugsað sær, at føroyingar lótu norðurlendska samstarvinum eitthvørt.

- Vit eru væl fyri á vinnuliga og mentanarliga økinum. Føroyskar verkætlanir fáa virðisløn í útlondum og hví ikki gera gagn av teimum í norðurlendskum høpi, sigur Dan R. Petersen.