Í gjárkvøldið skrivaðu Símun Eliasen og EB/Streymur undir eitt ára sáttmála fyri komandi kappingarár. Í farnu viku gjørdi EB/Streymur avtalu við Hanus Eliasen, sum er bróður Símun, so nú hevur felagið fingið tveir nýggjar leikarar úr Fuglafirði.
Eins og lítlibeiggin er Símun ein rættiliga fjøllbroyttur leikari, sum kann nýtast á fleir plássum, men meðan Hanus helst spælir frammarlaga á vøllinum, so fara vit helst at síggja Símun longri afturi á vøllinum.
Símun Eliasen er næsti leikarin, EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við, síðani kappingin endaði.