Símun í Nesi farin

Henda fagra týsmorgun í Nesi, tá tokan tók at lætta og sólin fann inn í hvørt skot, frættis deyðsboðini. Okkara allra vinur Símun var farin handa sýnina. Ein bygdamynd er burtur. Ongantíð aftur skulu vit síggja Símun koma gangandi við stavi í hond á veg út á Leitið at geva seyðunum. Ongantíð aftur sita á onkrum garði og práta um mangt og hvat.

Símun hoyrdi til her í Nesi, og mong av okkum hildu, at so fór altíð at vera. Torført er tí at skilja at hansara dagar nú vóru taldir. Hann hevði líkasum ongan aldur og kundi práta við øll. Frá barnbeini av kendu vit henda sjáldsama mann og allar søgurnar hann hevði at siga frá.


Hann dugdi væl at siga frá, hevði upplivað nógv, ið var serliga spennandi hjá unglingum at hoyra. Serliga søguna um slupptúrin undir Íslandi, teir høvdu verið burturi í langa tíð, og tá ið teir nærkaðist Føroyum aftur, varð vindstilli og teir komu ikki at landi. "Tá var lagið alt annað enn gott, tá tagdu menn", plagdi Símun at siga.


Hvørt barn í Nesi kendi Símun, visti hvar hann búði og vóru góð við hann. Hesin gamli maðurin í føroyskari húgvu og við stavi var vorðin ein gerandismynd, sum hoyrdi til lívið. Okkara lív verður hesa myndina fátækari.



Henda mynd varð tikin í maj. Veðrið var av tí besta og Símun kom á vitjan. Vit sótu uttanfyri og tosaðu um, hvussu gott tað var fyri menniskjasálina at merkja sólin.

Her situr hann og nanar. Í hesum fangi hava mong børn gjøgnum árini sitið og á henda hátt lært gamla, tó unga Símun at kenna og knýtt vinarbond.


Símun búði alt sítt lív í barnaheiminum. Foreldrini Ata og Pól gjørdist gomul, og Símun var um tey. 15 august 2000 gjørdist brádliga øskukalt undir Lítla Hamri. Vit fara øll at sakna Símun.


Vit hava djúpa samkenslu við tykkum øllum, ið eru hansara nærmasta familja. Tit og vit øll hava mist ein góðan vin. Æra veri minnið um Símun Næs í Nesi.


Heilsan

skyldfólk í Nesi