Tað hevur gingið illa á Argjum í ár. Tað hevur bara eydnast at vunnið ein dyst í landskappingini. Skaðar hava eisini gjørt um seg og hesa ferð gekk tað út yvir Heðin Stenberg, ið er fyrsta val í málinum úti í Vika. Hann hevur brotið hondina og verður ikki tøkur fyribils.
Tí hevur AB heitt á HB um at leiga Símun Rógva. Tað hevur HB játta og tí verður Símun Rógvi at finna á Argjum, tað sum eftir er av kappingini. Thomas Juul S. Thomsen stóð í málinum í botnbrakinum í Suðri í vikuskiftinum, men hann er í løtuni einsamallur málmaður á Argjum.
AB tekur sunnudagin ímóti ÍF á Argjum.