Símun skal spæla við ÍF

Fuglfirðingurin, sum tey bæði seinastu árini hevur vunnið FM við HB, skal næsta kappingarár spæla við barndómsfelagnum


ÍF FYRIREIKINGAR


Fuglfirðingar brynja seg av álvara til nýggja kappingarárið. Í síðstu viku varð tað alment, at Petur Simonsen næsta ár skal venja felagið, sum hann áður bæði hevur verið formaður í og venjari hjá. Týskvøldið skuldi fundur vera í Fuglafirði, har venjarin ætlaðist at leggja sínar ætlanir fyri nýggja kappingarárið fyri spælararnar.
                      Millum spælararnar hjá ÍF næsta ár verður Símun Eliasen. Hann hevur tvey tey seinastu árini verið ein av berandi kreftunum á HB liðnum, sum hevur vunnið meistaraskapin. Sambært HB heimasíðuni hevur Símun ætlanir um at fara at byggja, og tað fer at hava við sær, at hann ikki fer at hava umstøður at venja so nógv, sum tað verður kravt, at HB spælararnir skulu venja. Sambært HB heimasíðuni fer tað at bera Símuni til at venja minni enn so og kortini at spæla við ÍF. HB heimasíðan veit eisini at siga, at tað er eitt gamalt ynski hjá Símuni aftur at spæla við barndómsfelagnum.
                      Símun Eliasen verður 24. november 30 ár. Símun hevur ikki spælt við ÍF síðani í 2001. Tá spældi ÍF í 2. deild, og Símun var á liðnum í tveimum dystum, og hann skoraði tvey mál. Hetta var, meðan hann var heima í summarfrí frá útbúgving í Danmark.
Tá ið Símun í síni tíð spældi í Fuglafirði, varð hann málsøkin miðvallari. Tey bæði árini, sum hann hevur spælt í HB, hevur hann verið fastur fúsur í miðverjuni. Í 1996 spældi Símun tvær ferðir á landsliðnum. Tíðliga í vár var hann á venjingarlegu við landsliðnum, men síðani hava tað ikki verið landsliðsboð eftir honum. Í 1996 varð roknað við, at Símun skuldi spæla fleiri ferðir á landsliðnum, men ein herviligur skaði um sama mundið, sum hann var um at vinna sær pláss á besta AGF liðnum, hevði við sær, at hann ikki fekk spælt fótbólt í eitt langt skifti.
Í síðstu viku søgdu fuglfirðingar, at teir arbeiddu við at fáa tveir góðar spælarar at styrkja um liðið. Nú er annar komin, men enn hevur einki verið at frætt um, hvør hin spælarin fer at verða.ella var.