Símun Samuelsen átti stóran leiklut, tá ið Keflavík hóskvøldið á heimavølli vann 3-1 á FH av Hafnafirði í 16. parts finaluni í VISA steypakappingini. Talan var um uppgerð millum steypavinnararnar tvey tey seinastu árini, og tað var altso Keflavík, sum endaði omaná.
Hesi bæði liðini eru tey bæði ovastu í landskappingini. FH hevur 22 stig, og Keflavík hevur 19 stig. Longu sunnudagin hittast hesi bæði liðini aftur. Tá verður tað í landskappingardysti, og tá verður tað aftur á heimavøllinum hjá Keflavík.
Einki er at ivast í, at teir í FH sunnudagin fara at hava serliga vakið eyga við føroyska landsliðsspælaranum Símuni Samuelsen. Símun var á vøllinum allar 90 minuttirnar hóskvøldið. Hann taldist ikki millum málskjúttarnar, men føroyski spælarin átti týdningarmiklan leiklut:
Tá ið Guðmundur Steinarsson í 18. minutti skoraði til 1-0, var tað eftir upplegg frá Símuni Samuelsen, og tá ið Guðjón Á. Antoníusson seks minuttir seinni økti um heimaleiðsluna til 2-0, var tað aftur eftir sending frá Símuni Samuelsen.
Tveir minuttir fyri leiklok minkaði FH um munin, men bara ein minutt seinni staðfesti Patrik Ted Redo eftir snarálop 3-1 heimasigurin.