Havnar Bóltfelag og Símun Samuelsen hava skrivað nýggjan trý ára sáttmála. Landsliðsleikarin verður sostatt í reyðu og svørtu troyggjuni hjá HB til og við 2015.
Símun Samuelsen kom fyri trimum árum síðani til HB úr íslendska Keflavík. Hann hevur hesi trý árini skotið 35 mál í 130 dystum fyri høvðusstaðarfelagið.
Á myndini síggjast formaðurin í HB, Finnbogi Arge, og Símun Samuelsen eftir at nýggi sáttmálin var undirskrivaður.
Símun Samuelsen var gestur í morgunsendingini á Rás2 í morgun. Hoyr samrøðuna undir greinini.