Símun kom í starv á Føroya Fornminnissavni sum savnsvørður í fornfrøði í 1982, og í 1986 gjørdist hann leiðari á fornfrøðideildini. Hann hevur tó verið knýttur at savninum væl longri, nevniliga síðan 1970, áðrenn hann fór niður at lesa fólkalívsfrøði og miðaldarfornfrøði, og eisini í ferium í lestrartíðini. Hesa tíðina var hann eisini við í fornfrøðiligum og antikvariskum arbeiði í Danmark og Grønlandi.
Sum fornfrøðiligur deildarleiðari hevur Símun havt fyriskipan og eftirlit við øllum fornfrøðiligum rannsóknum, ið hava verið í Føroyum seinastu nógvu árini. Hann hevur tann serliga eginleika, at hann hevur lætt við at koma í samband við fólk og dugir at røkja hesi sambond, og hesum hevur stovnurin mangan notið gott av. Hann hevur skil á, hvat hendir á økinum í grannalondunum og veit, hvar hann skal venda sær, tá ið brúk er fyri útbúnum fólki í fornfrøðiligum útgrevstrum, tá ið rannsóknir brádliga stinga seg upp, tí samfelagsútbyggingin krevur tað. Eisini hevur hetta lyndið mangan havt við sær, at gjørligt hevur verið at finna loysnir, soleiðis at mentanarminni ikki eru farin fyri bakka hóast neyðugu samfelagsútbyggingarnar.
Ein týðandi táttur í hesum er gransking av fornfrøðiligum evnum og kunning um virksemið, bæði í fólksligum og vísindaligum ritgerðum eins og gjøgnum framsýningar. Serliga nær hjarta hansara øll árini, og serliga tey seinastu, hevur verið gransking av fornfrøðilugum leivdum heima á Sandi, har heilt serligar umstøður eru at grava fram nýggja vitan um fortíð okkara. Í samstarvi við viðurkendar útlendskar granskarar stendur hann har á odda fyri forkunnugum vísindaligum rannsóknum, sum veita okkum nýggja vitan um gerandislív í víkingaøld og eru við til at seta luppin á Føroyar sum sera áhugavert øki í alheims fornfrøðiligum høpi.
Símun hevur í starvstíð síni eisini verið góður hjá landsmyndugleikum at heita á, tá ið á hevur staðið. Í trimum umførum hevur hann verið settur landsantikvarur, í tilsamans 4 ár. Í hesum álitisstarvi hevur hann lagt dent á at fáa fjøltáttaða stovnin, sum Føroya Fornminnissavn er, at virka sum eina væl samansjóðaða eind, har starvsfólk trívast. Og tað hevur eisini eydnast.
Føðingardagurin verður hildin við móttøku í framsýningarhølunum hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni 6, millum kl. 15.30 og 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.