Sýndu flogfar fram í Vágum

Í gjár var ein serligur gestur á flogvøllinum í Vágum.

Tað var ein kanadiskur Dash 8 Q 400 propellflugvari, ið sæst á myndini, sum lendi í Vágum.

Hann hevði verið á flúgvaraframsýning í London á á veg heimaftur varð millumlent í Vágum.

Endamálið var bæði at bunkra, men eisini at vísa flogfarið fram fyri áhugaðum føroyingum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.

Hann sigur, at tey hava altíð áhuga í at síggja nýggj flogfør og hvussu tey rigga í Vágum og so sluppu tey eisini ein framsýningartúr við tí.

Men stjórin í Atlantsflog sigur, at ongar ætlanir eru um eitt flogfar av hesum slagi ella um samstarv við felagið, sum eigur ella ger tey.