Í eini roynd at sparka ein mótstøðuleikara, gjørdist Súni Olsen sjálvur skaddur.
? Tað er skinnabeinið, sum tað gekk út yvir og tað minnir mest um eitt trælær, sum bara skal hava tíð.
? Eg føli eitt lítið sindur í tí nú, men tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki mikudagin, segði Súni Olsen við Sosialin, meðan teir bíðaðu eftir viðførinum á flogvøllinum í Tbilisi í gjár.
Gøtumaðurin var á vøllinum ein góðan tíma leygardagin, og tað dámdi honum væl.
? Tað kendist gott. Umstøðurnar vóru nú ikki tær bestu, men tað var deiligt at spæla fótbólt aftur á høgum støði við góðari mótstøðu, sigur Súni Olsen.