Føroyska A-landsliðið og føroyska U-21 landsliðið fara avstað úr Føroyum í dag til Serbia, har bæði landsliðini skulu spæla EM-undankappingardystir ímóti Serbia.
Súni Olsen verður ikki við, orsaka av einum fiburskaða. Einar T. Hansen hjá NSÍ verður heldur ikki við føroyska ferðalagnum til Serbia-dystin.
Óvissan um heilsustøðuna hjá Jákupi Mikkelsen ger, at Meinhardt Joensen hjá B36 er innkallaður, so nú eru tríggir málverjar við í ferðalagnum til Serbia. Brian Kerr sær kortini so stórt í Jákupi Mikkelsen, at er Jákup klárur týsdagin, so sleppur superveteranurin helst at verja føroyska málið, hóast Réne Tórgarð hevði ein sera góðan dyst ímóti Italia.
Brian Kerr hevur eisini tikið Gilla Sørensen hjá TB út til landsliðshópin . Orsøkina sigur Brian Kerr verða, at hann vil loyva einum ungum spælara at sleppa at snúsa til landsliðsumhvørvið. Tað er tó lítið sannlíkt, at Gilli Sørensen kemur uppá tal til byrjunaruppstillingina ímóti Serbia. Hinvegin hevur Gilli Sørensen eisini aldur at spæla við U-21 landsliðnum.