Súni ávegis til B36

Tað ljóðar fyri vist, at Súni Olsen í kvøld fer at skriva undir sáttmála við B36 fyri restina av kappingarárinum.

Súni Olsen spældi í vár við Viborg, sum flutti niður úr donsku superliguni, og síðani hann boðaði frá, at hann ikki heldur fram har, hava fleiri føroysk feløg ligið framvið eftir undirskrift hansara.

Nú er tó líkt til, at tað verður B36, sum fer við spælaranum. Víkingur hevur eisini verið í myndini, men sum skilst, so takkaði Súni Olsen í gjár nei takk til samanlagda liðið úr Gøtu og Leirvík. Mest sannlíkt, tí hann við B36 kann spæla UEFA-Cup, og tá hetta er móti danska Brøndby, kann ein slík uppgerð vera leiðin til nýggjan sáttmála í Danmark.