Ein hin mest sjónligu av fleiri ungum leikarum, sum hava staðið seg væl í ár, man vera ungi gøtumaðurin, Súni Olsen.
Fótbóltsevni hansara hava leingi verið sjónlig, og hann var eisini millum teir ungu fótbóltsføroyingar, sum umvegis Jákup í Stórustovu fingu høvi at venja við kendum útlendskum felag.
Í summar var Súni sostatt í Noreg, har hann vandi við fremsta norska felagnum, Rosenborg, og stóð hann seg sera væl í dystum fyri unglingalið teirra.
Sum so er ætlanini við hesum ferðum hjá ungu føroysku leikarunum ikki at selja teir alt fyri eitt, men heldur at geva teimum møguleikan at royna, hvussu tað er at vera í einum slíkum felagi. Hjá Súna tykist tað tó kanska at vera nakað øðrvísi, og hann váttar eisini, at tað er væl hugsandi, at normenn fara at koma við einum tilboði til sín, tá føroyska kappingin er liðug.
Eisini í Hollandi
Teir í Rosenborg eru tó ikki teir einastu, sum hava sýnt áhuga í unga GÍ leikaranum. GÍ hevur leingi havt sera gott samband við norska Gert Lange, og umvegis hendan, hevur Súni eisini fingið møguleika at vant við hollendska FC Zwolle. Hetta lið spælir í næstbestu hollendsku deildini, har teir í løtuni eru á næstfremsta sessinum, nú fýra umfør eru liðin av teirra kappingarári.
Súni sigur við Sosialin, at hann umframt at venja við hollendska liðnum eisini spældi við unglingaliðnum ein dyst. Súni og teir vunnu 6-1, og sjálvur skeyt hann tvey av málunum, so avrki hansara mundi vera á eini leið.
Á eini leið er í øllum førum ikki at taka munnin ov fullan, tí Súni sigur seg hava fingið sera positivar afturmeldingar frá hollendingunum, og hann hálvavegna roknar við, at okkurt tilboð um sáttmála fer at koma til Gøtu í næstum.
Fer um møguleikin er har
Sostatt bendir alt á, at GÍ má vera evnaríka leikaran fyri uttan til komandi kappingarár, og hetta tykist fyrikomandi unglingin heldur ikki at hava nakað ímóti.
Hann dylur heldur ikki fyri, at vón hansara er, at sleppa at royna, hvussu langt fótbóltsevni hansara kunnu bera í framtíðini. Sum nevnt, so hava afturmeldingarnar út bæði Noreg og Hollandi verið somikið positivar, at hann roknar við sáttmálauppskotum frá báðum, og fær hann møguleikan, so verður tikið av.
Um næstu føroyski stjørnuspælarin við hesum er komin fram, skulu vit ikki gera av á hesum síðum, men í øllum førum er gleðiligt at kunna staðfesta, at útlendingar nú rættuliga tykjast at hava borið eyga við føroyskar fótbóltsleikarar.
Nakað sum í seinasta enda eigur at koma føroyskum fótbólti sum heild - og ikki minst landsliði okkara ? til góðar.