Tað hevur mangan verið havt á lofti, at fara Ísland og Noreg uppí ES, so eru Føroyar staddar í heilt nýggjari støðu. Orsøkirnar til hesa áskoðan eru politiskar so væl sum búskaparligar. Andstøðan móti ES í Føroyum hevur fyrst og fremst nakað at gera við, at vit eru fiskiveiðitjóð. Hugmyndin um Føroyar í ríkjasambandi við ovurstórar fiskiveiðitjóðir sum Frakland, Spania, Bretland og Týskland hevur ikki verið hugalig hjá føroysku fiskivinnuni. Eftir eitt hart politiskt stríð í áratíggjur um føroyska sjómarkið hevur hugurin at býta okkara fiskitilfeingi við onnur lond verið lítil.
Tað er væl skiljandi, at vinnan er ivandi í ES málinum og breið semja hevur verið um, at limaskapur er ikki nakað alternativ. Hartil koma so allir ivaspurningarnir í sambandi við ríkisfelagskapin. Tann breiða semjan um ES málið hevur tó havt ta óhepnu fylgju, at annað samstarv við ES eitt nú samstarv innan gransking, útbúgving og mentan hevur ligið á láni her hjá okkum, meðan lond, sum vit kappast við og sum vit vanliga samanbera okkum við støðugt veksa um samstarvið í hesum økjum. Henda støða hevur elvt til broytingar í hugburðinum hjá mongum mótvegis ES og nógvar royndir hava tí seinastu árini verið at fáa í lag eitt nú granskingarsamstarv innan karmarnar av tí fríhandilsavtalu, ið Føroyar hava við ES. Við granskingarsamstarvinum sigst gongd at vera komin á, meðan undirvísingar- og mentanarsamstarvið stendur í botni.
Innan føroyskt vinnulív er nú vaksandi áhugi fyri einum øðrvísi tilknýti til ES og eitt støðugt økt trýst hevur so ført til enn eina serfrøðinganevnd at greina alt ES málið enn einaferð.Vit hava áður her nevnt, at tað er torført at ímynda sær, hvat nýtt enn ein serfrøðinganevnd kann tilføra ES málinum. Spurningurin er um seinasta serfrøðinganevndin ikki fyrst og fremst er enn ein roynd at parkera ES málið, tí ósemjan í samgonguni er stór um hetta mál. Flestallir føroyingar uttan uttanríkisráðharrin munnu vera samdir um, at við nýggja íslendska ES politikkinum eru fortreytir okkara við atliti at ES grundleggjandi broyttar. Tað mundi vera fáur, sum bert fyri hálvum ári síðan dugdi at ímynda sær, at Ísland við eitt fór at broyta uttanríkispolitikk og søkja um ES limaskap. Tað er tí eitt sindur løgið, at utttanríkisráðharrin alt fyri eitt staðfestir, at ongar fortreytir eru broyttar. Spurningurin er, um hetta ikki er enn ein roynd at sópa eitt trupult politiskt mál inn undir gólvteppið. Møguliga kann serfrøðinganevndin geva okkum okkurt heilt nýtt um ES, men ES málið er nú eftir íslendsku kúvendingina fyrst og fremst eitt politiskt mál, og eigur at verða viðgjørt sum eitt politiskt mál. Tað ber væl til at byrja eitt føroyskt politiskt orðaskifti her og nú uttan enn eitt serfrøðingaálit. Hetta, at ein av okkara fremstu kappingarneytum nú søkir um ES limaskap átti at fingið løgting og landsstýri á vøllin beinanvegin, tí hetta mál er nú við grundleggjandi broyttum fortreytum meira eitt mál fyri politikkarar enn fyri serfrøðingar.