Sær fegin samstarv við Sjálvstýrisflokkin

Nú tað nærkast einum løgtingsvali, sær formaður Javnaðarfloksins fegin, at Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu samstarva meira. Men hann útilokar ikki, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa meiriluta til næsta val

 

Veljarakanning og val

Jan Müller



Nú seinasta veljarakanningin undirstrikaði týðandi leiklutin smærri flokkarnir hava fyri at skipa landsstýri viðgongur Jóannes Eidesgaard, at tað hevur verið eitt skisma millum Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

? Tað er so millum teir aktivu sjálvstýrispolitikararnar, meðan veljararnir hjá Sjálvstýrisflokkinum eru rættiliga áhugaðir í, at Javnaðarflokkurin kom inn í aktuella málið um sjálvstýri. 41% av sjálvstýrisveljarunum siga, at Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru teir frægastu at loysa hetta málið. So leiðslan og veljararnir eru ikki júst á bylgjulongd, tá tað kemur til hetta málið. Formaður Javnaðarfloksins ásannar tó, at tað er leiðslan í flokkinum, sum bestemmar.

Ósekur

Persónliga er hann sera harmur um, at góða samstarvið, ið hevur verið millum Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin síðani 1948, ikki hevur virkað so væl seinastu árini. -Reint persónliga kenni eg meg fullkomiliga ósekan í tí. Eg haldi ikki, at tingmanningin, sum situr í dag ella vit, sum mynda flokkin í dag, eiga at lastast fyri tað.

Men hvat ætlar formaður Javnaðarfloksins at gera við hetta skisma! Hvussu ætlar hann at fáa betri viðurskifti við Sjálvstýrisflokkin og møguliga eisini Miðflokkin fyri harvið at hava betri møguleika at vera við í eini komandi samgongu?

? Tað er væl tað, sum liggur í nýggju stýrisskipnini, at einhvør floksformaður noyðist at leggja seg eftir at vera væl við aðrar flokkar. Man kann næstan liva betri við at vera ósamdur við sín egna flokk enn at vera ósamdur við aðrar flokkar. Tað er eitt paradoks í hesum. Sjálvandi kann man ikki selja seg út og lata seg fullkomiliga úr fyri øðrum flokkum. Tú noyðist at hava tín politiska integritet í lagi, og so mást tú vóna, at tú virkar attraktivur nokk fyri hinar flokkarnar sigur Jóannes Eides-gaard og vísir á, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið uppi í næstan øllum samgongum síðani Heimastýrislógina. Hann hevur stuðlað borgarligum samgongum, og teir hava eisini stuðlað samgongum, har Javnaðarflokkurin hevur verið við. Flokkurin hevur eina traditión fyri at kunna fara til báðar síður. Nú hevur leiðslan so fingið eina greiða ábending frá sínum veljarum, hvat flokkurin skal satsa uppá.

Sambandið!

? Men er ikki møguleiki fyri, um núverandi leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum fær dygga undirtøku til næsta val, at hon fer at royna at halda Javnaðarflokkin uttan fyri eina samgongu, har Sjálvstýrisflokkurin er tungan á vágskálini?

? Tann vandin er sjálvandi til steðar. Eftir seinastu samráðingar varð upplýst, at tað var Sjálvstýrisflokkurin, sum útilokaði Javnaðarflokkin frá tí breiðu samgonguni, so skal man uppvega tað, er bert ein møguleiki, og hann er, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin verða so mikið sterkir, at teir klára sjálvir at manna tað fleirtal, sum skal til.

? Men er tað ikki ósannlíkt?

? Tað haldi eg nú ikki, men tað er greitt, at tann loysnin er munandi torførari enn, um man fekk ein stuðulsflokk aftrat.

Uppá fyrispurning, um tað skuldi tað hent, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara í samgongu eftir valið, og Sambandið er størri og harvið krevur løgmann, hvat Javnaðarflokkurin fer at siga til tað sigur formaður floksins, at tað, sum er umráðandi fyri ein og hvønn flokk, er ikki at fáa løgmann men at fáa ávirkan. Tí er hetta ikki tað, sum telur í fyrsta umfari. Tað er at koma framat, soleiðis at man fær ávirkan á samfelagið.

Jóannes Eidesgaard heldur annars, at lyklastøðan hjá teimum smærri flokkunum í føroyskum blokkpolitikki áleggur teimum eina ótrúliga stóra ábyrgd, sum hann vónar hesir flokkar kunnu liva upp til. Um samarbeiðið við leiðsluna í Sjálvstýrisflokkinum sigur hann annars: ? Eg havi arbeitt saman við Sámal Petur í Grund í landsstýrinum og hevði har eitt útmerkað samstarv. Og eg havi ongantíð havt nakað problem saman við Helenu Dam á Neystabø, so eg dugi ikki at síggja, hví Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ikki kunnu samstarva eftir eitt komandi løgtingsval.

Allir møguleikar opnir

? Nú samarbeiddi Petur Mohr Dam nógv við Sambandsflokkin, Alti Dam fór undir at samarbeiða við Tjóðveldisflokkin eisini, hvønn veg fer samarbeiðið at ganga undir tínar leiðslu í framtíðini.

? Í prinsippinum má man halda allar møguleikar opnar. Men henda veljarakanningin peikar ótrúliga týðiliga uppá, at javnaðarveljarar helst síggja Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin fara inn í eitt samstarv. Skal man taka sínar egnu veljarar uppá orðið, so er tað tann vegin man skal fara.

Jóannes Eidesgaard vísir annars á, at serliga tveir flokkar hava broytt seg markant í hesum valskeiðnum. Sambandsflokkurin er tann, sum reelt hevur flutt seg í rikisrættarliga spurninginum frá tí altíð at fara í baklás og siga at einki skal broytast ? til nú at siga, at vit kunnu væl práta um nýggjar skipanir. Tað er eitt veldugt skifti. Og tað er kanska ein av orsøkunum til, at javnaðarveljarar siga, at tað er rætt at samarbeiða við Sambandsflokkin. Hin flokkurin, sum hevur broytt seg er øllum vitandi Tjóðveldisflokkurin.

Torfør støða

Vit spurdu Jóannes Eidesgaard, um ikki eisini Javnaðarflokkurin er vorðin nógv broyttur, og at tað tí eru nógvir sjálvstýrissinnaðir veljarar í Javnaðarflokkinum, sum eru rýmdir yvir í Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin ella Sjálvstýrisflokkin, tí teir eru ónøgdir við sambandsvinarligu linjuna?

? Hetta er ein ótrúliga ringur spurningur fyri Javnaðarflokkin. Tað, sum hevur savnað fólk um Javnaðarflokkin, er fyrst og fremst, hvussu vit vilja samfelagið skal skipast. Tað er tann búskaparliga og samfelagsliga skipanin javnaðarfólk eru samd um. Men javnaðarfólk eru ótrúliga ósamd, tá tað kemur til tann ríkisrættarliga spurningin. Vit hava fólk, sum eru loysingarfólk, og vit hava fólk, sum eru meira sambandssinnað enn sambandsfólk kanska eru tað. Tí er tað ringt hjá leiðsluni at leggja eina kós, sum hevur møguleika at samla upp frá báðum síðum, men tú er altíð í vanda fyri, at nøkur hekta seg av. Er kósin ov sambandssinnað, so leypa sjálvstýrisfólk frá, og er hon ov sjálvstýrissinnað, so leypa nøkur sambandsfólk frá. Og tí er ríkisrættarligi spurningurin altíð trupul.

Sjálvstýrislógin

Jóannes Eidesgaard heldur annars, at flokkurin hevur funnið eina góða loysn við sjálvstýrislógini. ? Eg eri ikki sørt errin av, at tað eydnaðist okkum at koma inn í orðaskiftið so væl, og hava vit verið tann mest markanti flokkurin at tosa um hesar spurningarnar.

? Ber tú ikki ótta fyri, at tit verða ov nógv identifiserað við Sambandsflokkin?

? Sjálvandi skulu vit ansa eftir, at vit varðveita okkara integritet sum flokkur, og tað er so nakað, sum verður kritað upp til eitt valstríð. Men tað skerst ikki burtur, at Sambandsflokkurin eisini á tí sosiala økinum hevur verið góður at samstarva við. Teir hava gott nokk eina sosialliberala linju, men tann sosiala dimentiónin hjá teimum er avgjørt áhugaverd fyri Javnaðarflokkin.

? So tú ber ikki ótta fyri, at tit skulu út í eina víðari oyðimarkargongd?

? Tað átti eg ikki. Vitandi um at Sambandsflokkurin gjarna vil samarbeiða við Javnaðarflokkin, og at Fólkaflokkurin uttan iva eisini vil samstarva við Javnaðarflokkin, og at sjálvstýrisveljarar gjarna vilja hava Javnaðarflokkin inn, so skuldi møguleikin ikki verið so fjarður fyri, at Javnaðarflokkurin endaði í eini samgongu eftir næsta val. Men tað er eisini ein møguleiki, at man endar í eini andstøðu aftur. Og tað verður ikki serliga hugaligt.