Sær frægari út við fiski

Á seinasta túri við línuskipinum Froyu vóru teir bert 10 mans, men sambært skiparanum, Jógvan Paula í Kongsstovu, riggaði hetta hampiliga væl, tí teir meginpartin av tíðini royndu á djúpum, har ikki er setandi í myrkri fyri lús og ormi

Umborð

 

Línuskipið Froya landaði á Kósini hósmorgunin. Teir høvdu umleið 70.000 pund á tilsamans 9 setum. Einki rok, men heldur ikki vánaligt.

Skipari á Froyu hendan túrin var haraldsundsmaðurin, Jógvan Pauli í Kongsstovu, og hann hevur verið skipari bæði við gomlu Froyu og hesi nýggju Froyu, sum kom til landið fyrst í hesum árinum.

Jógvan Pauli og Petur Gilbert Gullaksen, sum býr í Kollafirði, skiftast um at føra skipið. Teir eru tveir túrar umborð og ein í landi.

Bæði Jógvan Pauli og Petur Gilbert eiga part í skipinum, og umframt teir eru Símun Michael Zachariassen, sum eisini er navigatørur og Hans Jacob Vitalis, sum er maskinmeistari og býr á Viðareiði, eisini parteigarar.

- Vit eru allir fýra við skipinum, sigur Jógvan Pauli.

Aðrir eigarar í Froyu eru JFK-Trol, Klaksvíkar Sleipistøð og Norðoyagrunnurin.

Útgerðarmaður er Tórleif Sigurðsson.

Vanliga eru 14 mans við einum línuskipi av somu stødd sum Froya, men hendan túrin, sum júst er liðugur, vóru teir bert 10 mans.

- Tað er ikki tann stóri trupulleikin at skaffa ein mann, tá maður vantar í, men tá fýra menn vanta í fullum manningartali, er tað ikki so lætt.

Onkur hevur verið á trygdarskeiði, og einir 2-3 av manningini hava ligið sjúkir.

Jógvan Pauli í Kongsstovu sigur, at teir kortini kláraðu tað væl hendan túrin.

- Vit royndu á djúpum eysturi í Holinum, og vit vóru eisini á Sandoyarbankanum. Tá ið roynt verður á djúpum, nyttar so lítið at seta í myrkri. Eysturi í Holinum nyttar einki at seta, fyrr enn tað er vorðið ljóst, men á leiðini, vit royndu á Sandoyarbankanum, kundi tú seta, áðrenn tað lýsti.

Hann vísir á, at minni lína verður drigin á djúpum vatni, og tí er ikki eins neyðugt við fullum manningartali.

- Haraftrat kemur so, at royndin í myrkri er minni, og tí verður eisini minni gjørt einar 4-5 tímar á døgninum enn vanligt, leggur hann aftrat.

Skiparin sigur, at hóast manningin kann fáa væl burtur úr ein slíkan túr, um fiskiskapur og prísir eru í lagi, eru skipini dýr og krevja nógv.

Sølan av veiðini hendan túrin var ikki so góð, sum teir høvdu vónað.

- Longan fall rættiliga fitt í prísi, og tá hetta var ein so stórur partur av samlaðu veiðini, fingu vit væl minni fyri lastina, enn vit høvdu vónað. Vit væntaðu at selja fyri umleið 510.000 krónur, men seldu í staðin fyri 450.000 krónur, sigur Jógvan Pauli.

Hann fegnast annars um, at fiskiskapurin hjá línubátunum er batnaður og heldur, at útlitini tykjast heldur bjartari nú, enn tey hava verið.

- Men tíðin er eisini við okkum. Tað mugu vit ikki gloyma, leggur hann aftrat.

Jógvan Pauli í Kongsstovu sigur, at Froya er eitt gott skip. Hon er stytri enn gamla Froya, men breiðari og rúmligari.

- Hetta er eitt nýggjari skip, bygt í 1988, og apeteringin er soleiðis nógv betur enn umborð á gamla skipinum. Vit keyptu skipið í desember í fjør. Síðan skuldu nøkur krøv uppfyllast, tí krøvini til brúkt skip, sum koma í flotan, eru tey somu sum til nýggj skip. Hetta arbeiði varð gjørt í Hirtshals, og í januar fingu vit so skipið heim til Føroya. Froya kann í dag sammetast við eitt nýtt skip.

Jógvan Pauli sigur, at skipið hevur eisini frystilast, og í summar vóru teir í Grønlandi og frystu inn fyri Atlantic Prime Production, sum er felagið, ið JFK eigur í har yviri.

- Vit tóku ímóti fiski frá bátum, sum veiddu inni á firðunum, avhøvdaðu, pakkaðu og frystu fiskin fyri felagið.

Hann sigur, at 8 dagsverk vóru umborð á Froyu í senn, og menn vóru tveir mánaðir umborð og ein í landi – við løn.

- Fiskurin varð landaður í Julianehåb, har hann fór í bingjur og haðani til Kina.

Froya var í Grønlandi frá seinast í mai til hálvan august.

- Línuveiða roynist einki serligt undir Føroyum um summarið, so hetta mundi loysa seg líka so gott, sum at vera á ísfiski her heima, sigur skiparin, Jógvan Pauli í Kongsstovu.