Sær ikki so svart út

B68 liðformaðurin heldur, at avrikið hesa ferð kundi bent á, at vánir eru fyri størri úrtøku enn higartil í landskappingini

B68 í UEFA CUP

Støðutalvan í 1. deild boðar frá, at toftamenn hava nógv at hugsa um, nú tá ið tað nærkast seinnu helvt.
Avrikið hóskvøldið kundi bent á, at tað kanska fer at liggja betri fyri, enn tað higartil hevur gjørt. Herbert í Lon Jacobsen, sum í fitta løtu tíðliga í 1. hálvleiki lá skaddur uttanfyri, var stinnur í miðverjuni, og í onkrum glottum sást, at tað kanska fer at fáast nytta burturúr bulgaranum Stanislav Stankov, sum var á miðvøllinum.
Mest spennandi tykist vera, hvussu tað fer at hilnast hjá brasilska álopsmanninum Casthillio Andersson. At hann er komin á liðið, heldur liðformaðurin, Øssur Hansen, hava stóran týdning:
- Hann tykist megna nógv sjálvur. Trupulleikin hjá okkum hevur ofta verið, at tað hevur ikki altíð gingið so væl at varðveita bóltin, tá ið vit hava roynt frameftir. Andersson megnar væl at dekka bóltin og bíða, inntil liðfelagarnir koma framvið. Tað hevur stóran týdning, heldur Øssur Hansen, sum var ein tann eyðsýndasti hóskvøldið.
Ólavsøkudag skal B68 spæla í UEFA Cup á útivølli. Síðani verður farið undir aftur landskappingina, og tá skal B68 royna at fáa ágóða burturúr royndunum í UEFA Cup, har luttøkan hesa ferð heilt víst verður liðug á Ólavsøku.